Fótbóltur

Ragnar heldur fram í EB/Streymi

27-ára gamli klaksvíkingurin hevur spælt í felagnum fimm tey seinastu árini og hevur umboðað besta liðið í 130 dystum.

Ragnar Bjartalíð Danielsen takklar her Ara Olsen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ragnar Bjartalíð Danielsen takklar her Ara Olsen (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-01-17 07:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

EB/Streymur kunngjørdi í gjárkvøldið, at enn ein sáttmáli var komin uppá pláss. 

Les eisini: Hjalti er nú EB/Streymari

Ragnar Bjartalíð Danielsen kom úr KÍ í 2015 og hevur síðani spælt 130 dystir fyri besta liðið hjá EB/Streymi. 20 mál hevur hann skorað - fleiri av teimum við brotssparki. 

Ragnar er upprunaliga vongur, men hevur røkt bæði bakkplássini nógv seinnu árini. Beiggjar hansara, Niels Pauli (eldri) og Aksel (yngri), spæla báðir við Skála.

Nýggi sáttmálin millum Ragnar og EB/Streym er galdandi fyri kappingarárið 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder