Fótbóltur

Ragnar Skála skiftir til Skála ÍF

Vandi við nýggja felagi sínum fyri fyrstu ferð í gjárkvøldið.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-11-28 07:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fótbóltsspælarin Ragnar Skála av Argjum verður partur av hópinum hjá Skála ÍF í Betri deildini næsta ár.

Ragnar er 23 ára gamal og hevur spælt fótbólt við AB seinastu nógvu árini. Tilsamans hevur Ragnar spælt 53 dystir í bestu mansdeildini, og hevur umboðað Føroyar á U21 landsliðnum í 2021 og 2022.

- Vit kunnu við gleði kunngerða at Ragnar Skála í gjárkvøldið hevði sína fyrstu venjing undir Mýruhjalla, og síggja fram til eitt spennandi samstarv, sigur Jóannes A. Prestá formaður í Skála Ítróttarfelag.

[object Object]
Ragnar Skála (t.h.) saman við Jóannes A. Prestá

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder