Fótbóltur

Raheem Sterling kosin FWA Player of the Year

Fótbóltsjournalistar hava kosið enska áleyparan til ársins leikara í Premier League.

Mynd: Sky Sports

Mynd: Sky Sports

2019-04-29 16:18 Author image
Ari av Rana
placeholder

Enski áleyparin hjá Manchester City, Raheem Sterling, er kosin PWA Player of the Year. Hetta er ein heiður, sum enskir fótbóltsjournalistar lata.

Stelrling fekk flestar atkvøður, nummar tvey gjørdist verjuleikarin hjá Liverpool Virgil Van Dijk, meðan argentinski áleyparin hjá Manchester City, Sergio Aguero, gjørdist nummar trý. Aðrir leikarar, sum fingu atkvøður vóru Bernardo Silva og David Silva úr Manchester City, Harry Kane úr Tottenham, Eden Hazard úr Chelsea og Alexandre Lacazette úr Arsenal.

Raheem Sterling hevur skora 17 mál og lagt upp til 10 í 32 dystum fyri Manchester City, sum liggja á fremsta plássi í Premier League, nú bara tveir dystir eru eftir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder