Fyri fyrstu ferð hava Føroyar vunnið eitt heiðursmerki í HM í gongulagskapping fyri íslendsk ross.
Hetta hendi leygardagin, tá 19 ára gamla Rakel Brattalíð Tindskarð gjørdist silvurvinnari i tøltkappingini T1 fyri ung.
Hetta var fyrstu ferð, at Rakel luttók í HM í gonguløgum. Unga reiðkvinnan hevur vant miðvíst fram ímóti kappingini, og hetta vísti seg sanniliga at geva úrslit, skrivar Ríðisamband Føroya.
Í innleiðandi kappingini, T1, fyri ung endaðu Rakel og hesturin, Sílas vom Forstwald nevniligaá triðja plássi við miðalkarakterinum 7,00 og tryggjaðu sær pláss í A-finaluni.
Spenningurin í føroyska hópinum var øgiligur, tá Rakel var á breytini í A-finaluni. Fyrst riðu tey spakuligt tølt, og tá løgdu Rakel og Sílas seg beinanvegin á annað plássið. Síðani vóru ferðøkingar á skránni, tá megnaðu tey at varðveita 2. plássið – hesa ferð saman við einum øðrum pari, sum hevði júst sama miðaltal. Síðani var bert skjóta tøltið eftir, og tað gekst Rakel og Sílas so væl, at tey varðveittu 2. plássið og endaðu við flotta miðaltalinum 7,06.
Ísland gjørdist nr. 1 við 7,22 og Norra nr. 3 við 6,83.
Umframt at enda í A-finaluni í T1, eyndaðist tað eisini Rakel at ríða seg í eina B-finalu í fjórðgongdskappingini, V1 fyri ung við miðaltalinum 6,23 í innleiðandi. Hetta gav eitt B-finalupláss, sum Rakel tó valdi at taka seg úr fyri at satsa alt uppá T1 kappingina.
Kári misti skógv og bleiv diskaður
Knút Lützen og hesturin, Kári frá Ásbrú vóru eisini við í føroyska hópinum, sum fóru longu leiðina til Hollands í summar.
Knút, sum vann NM í gæðingakeppni í 2022 og annars hevur vunnið stórt sæð alt, ið vinnast kann her heima, reið sannførandi í innleiðandi kappingini í T1. Teimum 9.000 áskoðarunum dámdu eisini tað, sum Knút og Kári vístu, so væl, at teir spontant klappaðu hart og nógv, beint tá Knút nikkaði til dómararnar sum tekn til, at hann var liðugur við programmið, skrivar Ríðisambandið.
Hesin brádligi rómurin bleiv ov nógv fyri Kára, sum kann vera heldur sensitivur. Hann gjørdist kløkkur og kom til at traðka á framskógvin, soleiðis at bæði skógvur, vekt og fylla flugu í ymsar ættir – og við teimum eisini vónin um møguliga at koma í eina B-finalu. Tí hóast programmið var gjøgnumført til endan, so siga reglurnar, at missir hesturin skógv á breytini, so er disk. Sera harmiligt, men soleiðis eru treytirnar nú einaferð.
Føroyski hópurin
Í føroyska hópinum, sum fór longu leiðina til Hollands til HM í ár, vóru eisini hesi pørini:
- Bertha Maria Davidsdóttir og Kopar frá Hrauni
- Ester Dahl á Heygum og Dalvar frá Dalbæ II
- Elin Virgarsdóttir Tindsgarð og Óskar frá Breiðstöðum
Kappingin endaði sunnudagin, og luttakararnir eru nú á veg heim aftur eftir eina spennandi, læruríka og hendingarríka ferð.
Góðu úrslitini hjá føroysku reiðfólkunum, seinasta ár gull til Knút Lützen til NM og nú silvur til Rakel B. Tindskarð til HM, vísa tó greitt at tíðin tá vit bara eru við fyri at læra er farin, skrivar Ríðisambandið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald