Hondbóltur

Rakk ikki til stig móti Russlandi

Føroyar vóru væl allan fyrra hálvleik í seinasta dystinum hjá Sonna Larsen, men í 2. hálvleiki eydnaðist ikki at fylgja við sterku russunum, og munurin varð at enda fimm mál í Høllini á Hálsi. Sí tøl og annað her.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2021-05-02 18:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í mun til fríggjakvøldið byrjaðu føroysku málverjarnir við nógvum bjargingum. Nicholas Satchwell stóð heilt væl tað mesta av 1. hálvleiki, har russar høvdu trupult við at skora. Tórður Guttesen bjargaði eisni brotskasti væl, men tíverri fyri føroyingar var tað torført at skora í hinum endanum. Russar hóttu nakrar ferðir við at fara avstað, men í stegðinum var støðan, eins og ímóti Kekkia, 11-12. Serliga var tað 18-ára gamli Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum gekk á odda við málum og uppleggum hjá Føroyum. 

Í fleiri álopunum settu føroyingarnir tað heilt væl upp, og nøkur mál vóru sera flott, men tað var ikki nóg mikið at fylgja við russunum eftir stegðin. Munurin lá leingi ímilum trý og fýra mál til útiliðið, og tað varð tyngri og tyngri at koma upp at takkla teir í reyðum - allir í bakketuni lógu um tveir metrar, og vongleikarnir vóru eisini tryggir í sínum skotum.

Føroyska liðið fall ongantíð í fátt, og føroysku áskoðarnir vóru eisini væl við. Tá beint yvir fýra minuttir vóru eftir, høvdu okkara møguleika at minka niður í tvey, men tað eydnaðist ikki, og so var spenningurin burtur.

Føroyska avrikið var tó aftur gott, men nakað av muni var á, tá oddaliðið í bólkinum veruliga fekk sítt spæl at koyra, og heimaliðið sá út til at vera merkt av, at talan var um triðja dystin uppá fimm dagar - serliga í verjuni men eisini við nøkrum tekniskum villum.

Føroyska liðið endar aftast í bólkinum við tveimum stigum fyri seks dystir. Russland vann bólkin við 10 stigum og skal til EM í januar. 

Hjá Føroyum byrjar ein nýggj tíð í summar, tá Peter Bredsdorff-Larsen tekur við fyri Sonna Larsen. Sonni hevur eftir fýra ára-tænastu, og við stórari framgongd, staðið á odda fyri føroyska liðnum fyri seinastu ferð.  

Undankapping til EM - 6. og seinasta umfar í bólki 2
02.05, Høllin á Hálsi 
Føroyar - Russland 23-28 (11-12)

Dystargongdin: 
5 min: 1-1
10 min: 3-3
15 min: 4-6
20 min: 6-7
25 min: 8-9

35 min: 12-15
40 min: 14-17
45 min: 17-21
50 min: 18-23
55 min: 22-25

Føroysku málskjúttarnir: 
Elias Ellefsen á Skipagøtu 6 (2 brotskøst)
Filip Jojic 3 (2)
Peter Krogh 3
Hákun West av Teigum 2
Pætur Mikkjalsson 2
Teis Horn Rasmussen 2
Jónas Gunnarsson Djurhuus 2
Rói Berg Hansen 2
Pætur Thomsen 1

Flest upplegg: Elias á Skipagøtu (8)

Bjargingar: 
Nicholas Satchwell 10 
Tórður Skorheim Guttesen 5 (2 brotskøst)

Útvísingar: Føroyar 5, Russland 2

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder