Ungi grønlendski skíðskjúttin, 20 ára gamla Ukaleq Slettemark, kláraði seg væl í dag, tá hon var við í síni fyrstu olympisku kapping.
Hon kappaðist í 15 kilometra teininum, og megnaði at raka øll 20 skotini. Tað var bert ein annar skíðskjútti, sum eisini kláraði tað.
Úti á sporunum gekst tó ikki eins skjótt og tey bestu. Ukaleq Slettemark brúkti tíðina 50 minuttir og 4 sekund, sum gav henni aitt pláss sum nummar 53 av teimum 87, sum vóru við í kappingini.
Denise Herrmann vann framman fyri Anais Chevalier-Bouchet, ið fekk silvur og Marte Olsbu Roeiseland úr Noregi, sum fekk bronsu.
- Eg eri sera nøgd við at raka 20 ferðir. Tað var feitt, men tað gekk ikki so væl úti á sporinum, segði ein ógvuliga móð Ukaleq Slettemark við Ritzau eftir kappingina.
Ukaleq Slettemark er millum yngstu luttakararnar í OL-kappingini í skíðskjóting.
Fríggjadagin er hon við í sprintkappingini, tað er 7,5 milometrar. Er hon millum 60 tær skjótastu í teirri kappingini, sleppur hon eisini við í sokallaða jaktstartin á 10 kilometrar.
Grønland hevur somu støðu sum Føroyar í olympiskum samanhangi, og tí luttekur Ukaleq Slettemark sum dani.
Pápi hennara, Øystein Slettemark, hevur eisini luttikið í OL undir donskum flaggi. Tað var í Vancouver í 2010 har eitt 86. pláss var hansara besta.
í 2019 vann Ukaleq Slettemark gull í 10 kilometrum í heimsmeistarakappingini fyri juniorar í Slovakia. Hon býr í Noregi og venur saman við norska ungdómslandsliðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald