Tað er serliga ein leikari, sum føroysku kvinnurnar var at miðsavna seg um, tá tær í annaðkvøld skulu spæla fyrsta HM-endaspælsdystin, sum verður móti Montenegro.
Navnið er Tatjana Brnović, 1,83 metra høgi strikuspælarin hjá Montenegro. Hon spælir vanliga við rumenska liðnum CSM Bucuresti, sum er millum sterkastu feløg í Evropa í kvinnuhondbólti. Tær hava spælt seg til fjórðingsfinalurnar í EHF Champions League seinastu fimm árini á rað.
So her er talan um ein leikara við nógvum altjóða royndum, bæði á landsliði og felagsliði.
Brnović vísti eisini sínar styrkir, tá Føroyar spældu EM-undankappingardyst móti Montenegro fyrr í heyst, tá hon næstan einsamøll syrgdi fyri stórsigri til Montenegro har tað serliga var í øðrum hálvleiki, at hon fekk pláss í føroysku verjuni og buldraði fleiri mál inn. Montenegro vann dystin við Tjarnir 32-26 eftir at tað stóð á jøvnum 14-14 í hálvleikinum.
Føroysku leikararnir eru tilvitaðir um, at tað ikki verður lætt at støðga Brnović, og tí fara tær at miðsavna seg um at royna at forða fyri at hon fær bóltin.
Hoyr føroyska málverjan, Rakul Wardum, seta orð á føroysku avbjóðingina í videosamrøðuni omanfyri.
Føroyska verjan hevði stórar trupulleikar av Tatjanu Brnović í dystunum við Tjarnir 18. oktober (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald