Hondbóltur

Rakul byrjar í málinum í dag

Bæði hon og Annika hava staðið ógvuliga væl, og í dag koma helst fleiri nærskot, sigur Simon Olsen, hjálparvernjari. - Vit verða avbjóðaðar á ein annan í dag og skulu gera ógvuliga nógv ting røtt.

Rakul Wardum spældi framúr væl í 2. hálvleiki móti Sveis og skal nú byrja ein EM-dysti. Hetta hóast kappingarneytin bjargaði 55 prosent av skotunum seinasta dyst - føroysku málverjarnir eru eitt toymi (Mynd: Sverri Egholm)

Rakul Wardum spældi framúr væl í 2. hálvleiki móti Sveis og skal nú byrja ein EM-dysti. Hetta hóast kappingarneytin bjargaði 55 prosent av skotunum seinasta dyst - føroysku málverjarnir eru eitt toymi (Mynd: Sverri Egholm)

2024-12-03 11:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Basel, Sveis (Portalurin): - Tað verður ein risa avbjóðing móti Danmark í kvøld. Tað eru helst øll, sum fylgja við hondbólti, fullgreið yvir, og tað setur føroyski hjálparvenjarin tvær tjúkkar strikur undir: 

- Vit skulu ikki bert gera eitt ella tvey ting heilt væl í dag. Danmark hevur so nógv ymiskt at spæla uppá, so vit verða avbjóðaðar á heilt annan hátt enn í undanfarnu dystunum.

Simon Olsen er sjálvur dani, og hann veit, hvørja styrki seinasta mótstøðuliðið í bólkinum hevur. Hann heldur tó, at Føroyar kunnu byggja á sterka verju- og málverjuspælið. Hetta kann vera lykilin til gott avrik í kvøld.

Sí eisini: Seinasta uppgávan í bólkinum verður tann størsta

Verjan var framúr móti Kroatia, har bert 17 mál fóru inn hjá - í stóran mun Anniku Fríðheim Petersen. Hon bjargaði yvir helmingin av skotunum, men eftir megnaravrikið er málverjin við næsthægst bjargingarprosentið í endaspælinum sett á føroyska beinking. Portalurin spyr Simon Olsen, hvussu hetta hongur saman:

- Vit hava tveir málverjar, sum hava staðið ótrúliga væl í endaspælinum, tá tær hava spælt. Annika hevur spælt mest og var jú framúr móti Kroatia. Í kvøld verður tað tó Rakul frá byrjan. Tað hongur eisini eitt sindur saman við, sum tú nevndir, at vit kunnu vænta fleiri nærskot móti Danmark. Og tað er ein styrki hjá Rakul Wardum.

[object Object]
Føroyska málverjutoymið er eitt toymi, sjálvt um Annika og Rakul eisini eru kappingarneytar. Báðar spæla til dagliga í bestu donsku deildini - í dag spælir Rakul so frá byrjan, men vit fara allahelst at síggja Anniku á vøllinum eisini (Mynd: EHF)

Annars er talan um sama lið, staðfestir Simon Olsen:

Turið Arge Samuelsen og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen á hvør sínum vongi.
Súna Krossteig Hansen, Jana Mittún og Maria Pálsdóttir Nólsoy í bakketuni - Brynja Høj  kemur inn í miðverjuna fyri eina av hesum.
Pernille Brandenborg, liðskipari, á strikuni.

Sí eisini: Pernille: - Tað serliga er ikki at spæla móti Danmark - men at spæla fyri Føroyar

Marita Mortensen og Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe eru ikki í dystarhópinum í dag, avdúkar Simon Olsen. Tað merkir, at Rannvá Olsen og Lukka Arge vera á dómaraseðlanum, í mun til dystin móti Kroatia, og at síðstnevnda í útgangsstøðinum skýtur brotskøst. Fyrstnevnda hevur ongan EM-minutt spælt enn.

Simon Olsen sigur at enda, at kontraspælið aftur er ein lykil: - Har hava vit veruliga dygdir. Venjararnir vóru eisini rímiliga væl nøgdir við sjálvt álopsspælið móti Kroatia, bóltferð, frástøða til verjuna o.s.fr, men hvassleikin vantaði í summum førum. Í dag verður avbjóðingin størri.

EM-endaspæl 2024 - bólkur D
Seinasta umfar, 3. desember - St. Jakobsehalle
17.00: Føroyar - Danmark

Kroatia og Sveis spæla lagnudyst í kvøld.

Støðan:
1. Danmark 4 stig *
2. Sveis 2 stig
------------------
3. Føroyar 1 stig
4. Kroatia 1 stig

*Er víðari - tvey tey ovastu fara víðari til meginumfari, og hini fara heim.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder