Hondbóltur

Seinasta uppgávan í bólkinum verður tann størsta

Danmark er víðari úr bólkinum og wr ein av størstu EM-gullfavorittunum. Føroyar skulu gera so at siga alt rætt fyri at bjóða Danmark av í Basel og skulu hava dirvi aftur at standa í støðuni.

Pernille Brandenborg skal í dag spæla EM-dyst móti landinum, har hon er fødd og uppvaksin. Føroyski liðskiparin heldur tó tað er meira serligt í sær sjálvum at umboða Føroyar til endaspælið (Mynd: Sverri Egholm)

Pernille Brandenborg skal í dag spæla EM-dyst móti landinum, har hon er fødd og uppvaksin. Føroyski liðskiparin heldur tó tað er meira serligt í sær sjálvum at umboða Føroyar til endaspælið (Mynd: Sverri Egholm)

2024-12-03 10:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Basel, Sveis (Portalurin): Føroysku kvinnurnar hava síðani stóru upplivingina sunnudagin roynt at fingið hana at sodna heilt, sett orð á hana, hava sitið við nakað av vónbroti um at fleiri stig ikki eru komin til høldar og so: Fyrireikað seg til at spæla móti Danmark.

Hóast dagsins mótstøðulið er víðari, hóast tað var trupult at traðka inn á pallin til fyrsta dystin og royna at venda honum, hóast Kroatia kom við nógvari kropsligari styrki, so verður hetta nógv tann størsta avbjóðingin higartil. Danmark er eitt lið í heimsflokki og hevur vunnið heiðursmerki fýra stór endaspøl á rað.

Einki gull í tjúgu ár hjá donsku kvinnunum men tær fara av álvara eftir tí nú. Spælarar eru profilar í sterku donsku deildini ella uttanlands, og hóast tað ikki verður spælt við allarsterkasta liðið undir øllum dystinum í dag, so hava danir so nógv góðsku, at Føroyar allatíð fara at vera avbjóðaðar.

Tað snýr seg fyrst og fremst um at at aftur verja ordiliga væl, og at málverjarnir- sum báðar spæla í bestu donsku deildini - aftur gera mun. Síðani skulu føroyingar tora at spæla sítt hondbóltsspæl. Júst dirivi og trúgv og tað ikki at hava ótta og ovurhonds stóra virðing verður týðandi á degnum.

Sí eisini: Danski málverjin elskar føroyska samanhaldið og føroysku náttúruna (Video)

[object Object]
Ótrúliga góðu føroysku áskoðararnir kunnu gera stóran mun aftur í dag (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Føroysku spælararnir høvdu ongan møguleika - og helst onga veruliga trúgv uppá at man kundi vera nær við at gera nakað móti Danmark - tá liðini hittust á Hálsi fyri trimum árum síðani (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í undankappingini til EM 2022 vann Danmark við heili 20 málum á Hálsi. Árið eftir var frægari í útiydystinum, tá tað endaði 26-15. Nógv er tó broytt og betrað við føroyska kvinnulandsliðnum síðani tá, og føroyski álopssparturin sleppur í dag undan krútsterku Line Haugsted. Hon fær frí í kvøld, skriva danskir miðlar - Haugsted er ein verjuspælari í heimsflokki.

[object Object]
Haugsted móti tá blaðungu Janu Mittún, sum nú er farin at gera vart við seg í donskum hondbólti (Savnsmynd: Sverri Egholm) 

At Danmark tekur dystin í álvara og nú virðir Føroyar eitt lítið sindur meira, er helst eingin ivi um. Fyri at liðið hjá Jesper Jensen við 100 prosent vissu skal taka tvey stig víðari til miðumfarið so er kanska neyðugt at vinna hendan dystin eisini. Hevur Danmark eina ringa løtu í dystinum, so hevur liðið - í nógv størri mun enn Kroatia og Sveis - dygdirnar at "skrúva upp aftur". Tí skulu tær hjá Føroyum vera á allar 60 minuttirnar fyri at vera við.

Tað er eingin ivi um, at tað kann gerast heilt stórur munur, um Danmark rakar upp ímóti sínum toppstigi, og at Føroyar ikki fáa síni ting at eydnast. Sum Brynja Høj segði við Portalin í gjár, so fara Føroyar fyrst og fremst eftir at avrika til egna toppstig og síggja, hvusu langt tað røkkir.

Sí eisini: - Tað serliga er ikki at spæla móti Danmark - men at spæla fyri Føroyar (samrøða við Pernille og Brynju)

Man hevur framvegis ein møguleika at koma víðari til miðumfari, men so er neyðugt at fremja ein av størstu skelkunum í nýggjari hondboltssøgu og vinna á Danmark.

Triði og seinasti bólkaspælsdysturin í Basel byrjar klokkan 17 føroyska tíð. Portalurin hevur ein beinleiðis blogg í tímunum upp til og undir dystin, har vit hava dagføringar, myndir og annað. Aftaná taka vit samanum.
KVF vísir dystin

EM-endaspæl 2024 - bólkur D
Seinasta umfar, 3. desember - St. Jakobsehalle
17.00: Føroyar - Danmark

Kroatia og Sveis spæla lagnudyst í kvøld.

Støðan:
1. Danmark 4 stig *
2. Sveis 2 stig
------------------
3. Føroyar 1 stig
4. Kroatia 1 stig

*Er víðari - tvey tey ovastu fara víðari til meginumfari, og hini fara heim.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder