Fótbóltur

Ramos og Thiago ikki við í spanska hópinum

Luis Enrique hevur í dag kunngjørt, hvørjir 26 skulu við til Katar í næstu viku. Tveir teir kendastu sponsku málverjarnir í løtuni eru ikki á listanum. Spania spælir sín fyrsta dyst í endaspælinum mikudagin 23. november - móti Kosta Rika.

2022-11-11 13:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er greitt, at Spania framvegis hevur eitt sterkt landsliðið, ið kann bjóða øllum av á einum góðum degi - tó at "La Roja" ikki er eins ræðandi sum í "Tiki-Taka" tíðarskeiðnum.

Spania vann EM í 2008 og 2012 og ímillum har sítt fyrsta heimsmeistaraheitið nakrantíð. Casillias, Pique, Xavi, Iniesta, Alonso, Silva, Torres og Villa vóru nøkur av stóru nøvunum í tí tíðarskeiðnum. Hesir eru allir givnir nú, men ein sum var við til alt tað og framvegis spælir á høgum støði, er ikki úttikin til hetta endaspælið.

Talan er um 36-ára gamla Sergio Ramos. Fyrrverandi landsliðs- og Real Madrid liðformaðurin spælir nú í PSG og hevur spælt í teimum seinastu fýra HM-endaspølunum.

Luis Enrique hevði hann tó ikki við til EM í fjør og hevur eisini valt mannin við flest landsdystum nakrantíð fyri Spania (180) frá hesuferð og ístaðin satsa uppá væl yngri menn sum Eric Garcia (Barcelona), Pau Torres (Villareal) og Aymeric Laporte (Man City), sum er føddur í Fraklandi, men undan EM-endaspælinum í fjør fekk Laporte spanskan ríkisborgararætt, orsakað av sínum basiskum røtum og nógvum árum har.

[object Object]
Sergio Ramos verður ikki við til eitt HM-endaspæla nummar fimm fyri hansara viðkomandi 

[object Object] 
Laporte skoraði fyri Spania í EM-endaspælinum í fjør. Hann slapp ikki á franska landsliðið og skifti tí (Myndir: EPA)

Á miðvøllinum er serliga eitt navn, ið tykist mangla. Talan er um Liverpool-leikarin Thiago Alcantara. Hann hevur spælt 46 ferðir fyri Spania, men  Enrique hevur aðrar ætlanir. Nógvir tekniskt sera gávaðir og dynamiskir miðvallarar eru á liðnum: Eitt nú ungu Barcelona-leikararnir Rodri og Gavi, og so ógvuliga royndi og róligi Sergio Busquets, sum vann HM í 2010 og EM tvey ár seinni.

Tað er annars týðiligt, at tað kanska fara at mangla mál - hóast talan er um áhugaverdar álopsekendar leikarar, og so eru Kepa Arrizabalaga (Chelsea) og David de Gea (Chelsea) heldur ikki við hesuferð. De Gea, ið hevur staðið seg væl fyri Manchester United, var heldur ikki við til EM-endaspælið í fjør ella í upprunaliga 55-mans bruttohópinum hesuferð.

Spanski hópurin: 

Málverjar: Unai Simon, Robert Sanchez, David Raya

Verjuleikarar: Dani 
Carvajal, Cesar Azpilicueta, Eric Garcia, Hugo Guillamón, Pau Torres, Aymeric Laporte, Jordi Alba, José Gayà

Miðvallar: 
Sergio Busquets, Rodri, Gavi, Pedri, Carlos Soler, Marcos Llorente, Koke;

Áleyparar og vengur: 
Ferran Torres, Nico Williams, Yeremy Pino, Álvaro Morata, Marco Asensio, Sarabia, Dani Olmo, Ansu Fati.


Spania er í bólki E saman við Týsklandi, Japan og Kosta Rika. Fyrsta uppgávan er 23. november móti Kosta Rika.

[object Object]
Navnframi Luis Enrique er framvegis venjari hjá Spania (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder