Enski Tottenham- og landsliðsleikarin í fótbólti, Dele Alli, hevur verið ógvusligum heimaráni, skriva bretskir miðlar.
Dele Alli varð hóttur við knívi, og innbrotstjóvarnir sluppu avstað við virðum fyri fleiri hundraðtúsund pund.
- Tveir mans fingu atgongd til ognina og stjólu prýðislutir, eitt nú ur, áðrenn teir flýddu, sigur Metropolitan Police í eini fráboðan.
Ráni fór fram á bústaðnum hjá Dele Alli í norðara parti av London. Her hevur Dele Alli sitið í avbyrging saman við bróður sínum, unnustum teirra og einum vini.
Sambært løgregluni komu tveir mans til skaða undir ráninum.
- Tveir mans, ið búgva á ognini fingu snuddir í andlitið undir ráninum. Neyðugt var ikki við sjúkrahúsviðgerð, sigur løgreglan.
Løgreglan hevur ongan handtikið í samband við málið.
Dele Alli hevur skrivað soleiðis til fylgjarar sínar á Twitter.
- Ræðulig uppliving, men vit eru okay nú. Stuðulin verður virðismettur, skrivar 24 ára gamli landsliðsleikarin.
Ránið hendi nakað eftir midnátt mikunáttina.
Dele Alli væntast byrja venjingina við Tottenham aftur í næstu viku. Premier League-dystirnir verða væntandi tiknir uppaftur í juni, skrivar Ritzau.
Thank you for all the messages. Horrible experience but we’re all okay now. Appreciate the support.
— Dele (@dele_official) May 13, 2020
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald