Um eina viku verður greitt, hvørji lið skulu spæla Champions League finalu 1. juni. Í gjár var fyrsta hálvfinalan á skránni.
Real Madrid sló Manchester City út úr fjórðingsfinaluni og er nú favorittur til at vinna kappingina. Í gjárkvøldið vitjaði liðið hjá Carlo Ancelotti í München.
Tað eydnaðist at koma á odda í 24. minutti við máli frá Vinicius Junior, sum fyrrverandi Bayern-spælarin, Toni Kross, flott legði upp til.
Heimaliðið kom ógvuliga væk út til 2. hálvleik og eftir 57. minuttir var 2-1. Fyrst skoraði Leroy Sané og síðani Harry Kane við brotssparki.
Real Madrid fekk tó brotsspark eisini. Hetta var í 83. minutti, og Vinicius Junior gjørdist tvífaldur málskjútti. 2-2 og um eina viku kann spanska høvuðsstaðarfelagið avgerða tað á heimavølli.
Mynd: EPA
Harry Kane legði Bayern á odda 2-1, og týska felagið hevur framvegis fínan møguleika at røkka finaluni (Mynd: EPA)
Í kvøld er eisini hálvfinala á skránni í Týsklandi. Borussia Dortmund tekur ímóti PSG. Bæði feløgini hava verið í finaluni einaferð - og tapt - innanfyri seinastu 11 árini.
Champions League fyrru hálvfinalur
Í gjár, týsdagin 30.apríl
Bayern München - Real Madrid 2-2 (0-1)
24' Vinicius Junior 0-1
53' Leroy Sané 1-1
57' Harry Kane, br. 2-1
83' Vinicius Junior 2-2
Í kvøld, mikudagin 1. mai
20.00: Borussia Dortmund - PSG
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald