Fótbóltur

Real Madrid keypt franskan verjuleikara

Ferland Mendy skiftir frá franska Lyon til spanska stórfelagið.

Ferland Mendy (t.h.)

Ferland Mendy (t.h.)

2019-06-13 12:03 Author image
Ari av Rana
placeholder

Real Madrid er væl í gongd við at brynja seg til komandi kappingarár. Í farnu viku keypti felagið ein av heimsins bestu leikarum, tá Eden Hzard kom til felagið.

Í gjár varð váttað, at felagið hevur keypt franska verjuleikaran Ferland Mendy úr Lyon. Sambært heimasíðuni hjá Real Madrid hevur 24 ára gamli Mendy skrivað undir ein seks ára sáttmála. Mendy sigast at hava kostað 48 milliónir evrur.

Mendy spældi 44 dystir fyri Lyon farna kappingarár og skoraði trý mál fyri felagið, sum endaði nummar trý í Fraklandi.

Umframt Mendy og Hazard hevur Real Madrid eisini keypt Luka Jovic úr Eintracht Frankfurt og Eder Militao úr Porto.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder