1. desember var úttøka til danska landsliðið í amboðsfimleiki. Úttøkan var í hølunum hjá fimleikafelagnum KG66 í Kastrup.
112 dugnaligar gentur í aldrinum 8-30 ár vóru til úttøkuna. Fimleikararnir blivu býttir upp í bólkar og gjøgnumgingu síðani eina roynd, sum vardi áleið 3 tímar. Rebekka Ingadóttir Rein og Astrið Breckmann komu á danska landsliðið.
Rebekka er 15 ár og Astrið 14 ár. Hetta inniber, at Rebekka er senior og Astrið junior. Tær venja dagliga við Havnar Fimleikafelag og eru á føroyska landsliðnum. Eisini eru tær partur av danska fimleikafelagnum KG66, har tær venja nakrar dagar hvønn mánað.
Í sambandi við úttøkuna verður eisini hugt at venjingarhugburði og tal av venjingartímum, umframt kappingarúrslitum leypandi gjøgnum árið og menningini hjá fimleikaranum sum heild. Venjararnir hjá danska landsliðnum eru Bernadett Balazs og Milan Udvaracz úr Ungarn.
Úttøkan til danska landsliðið inniber enn fleiri menningarmøguleikar. Rebekka og Astrið skulu millum annað luttaka á fleiri venjingarlegum í Danmark í 2019. Tær koma soleiðis at fylgja skránni hjá danska landsliðnum, sum er skipað av GymDanmark.
Soleiðis stendur enn eitt spennandi ár hjá tveimum ungum føroyskum fimleikarum fyri framman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald