Tær báðar Jórun Biskopstø og Jórun Jacobsen, sum í eitt mannaminni hava vaskað klæðir í kjallaranum í KÍ-høllini hava nú fingið betri umstøður.
Reiðaríið JFK við Hanusi Hansen á odda hevur latið KÍ eitt nýtt vaskarí. Áður hevur verið vaskað við vanligum vaski- og turkimaskinum standandi á gólvinum, men nú er annað lív.
Nýggja vaskaríið hevur tvær ídnaðarvaskimaskur og turkitrumlur, ið eru settar upp í góðari arbeiðshædd. Afturat maskinunum er eisini ein doseringskipan sett upp, sum sjálvvirkin letur reingerðarevni til maskinurnar.
Á vaskarínum hjá KÍ vera venjingarklæðir hjá Betri monnum og kvinnum dagliga vaskað - umframt dystarklæðir hjá 1. deild monnum og Betrideildunum. Eisini kemur fyri, at klæðir frá Akademinum koma til vask hjá teimum báðum, sigur felagið á heimasíðuni.
Herfyri vitjaði Portalurin í nýggju skiftingarrúmunum við Djúpumýrar. Sí myndir her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald