Rennibreytin í Klaksvík er komin væl áleiðis. Í summar varð asfaltarbeiði gjørt á vøllinum, og komandi vikurnar verður farið í gongd við at leggja graslíkið og undirlagið til sjálva rennibreytina.
Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, sigur seg vera sera væl nøgdan við, at enn ein verkætlan líður móti endanum.
– Eg frøist um, at vit skjótt kunnu seta tvær strikur undir enn eina frálíka verkætlan. Somuleiðis gleði eg meg til skjótt at kunna bjóða fantastiskar umstøður til frælsan ítrótt, betri umstøður til fótbóltin og onnur, sum hava áhuga at brúka ítróttarøkið, sigur hann sambært heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.
Spakin til rennibreytina við Másheygg bleiv settur Í oktober 2018, og líður nú móti endanum. Kostnaðurin fyri alla verkætlanina er umleið 30 mió. krónur Talan er um sama felag, Metatron, sum hevur staðið fyri nýggja graslíkinum á Tórsvølli, og talan er um sama slag av graslíki, sum er við Djúpumýru.
Hósdagin varð avtala undirskrivað millum Klaksvíkar kommunu og Metatron, og gongur sum ætlað, verður møguligt bæði sparka og renna í heyst, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald