Fótbóltur

Richard Goffe heldur fram sum høvuðsvenjari á Sandi

Onglendingurin, ið fyllur 42 ár týsdagin, hevur staðið á odda fyri besta liðnum hjá B71 síðani 2020. Nú hava partarnir gjørt nýggjan tvey-ára sáttmála.

Richard Goffe verður ein av trimum persónum, sum verður í fulltíðarstarvi hjá B71 í 2024 (Mynd: b71.fo)

Richard Goffe verður ein av trimum persónum, sum verður í fulltíðarstarvi hjá B71 í 2024 (Mynd: b71.fo)

2024-01-04 17:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Richard Goffe hevur verið venjari hjá B71 seinastu 4 árini, og til jólar varð nýggj avtala gjørd um at halda á fram við samstarvinum í tvey ár afturat.

Hesum boðar felagið frá seinnapartin.

- Felagið hevur ofta verið sera heppið við venjarum. Nógvir góðir venjarar hava verið rundanum børn, ungdóm og vaksin, men fyri nøkrum árum síðani var stóra avbjóðingin haldføri, eftirsum at venjaraskiftini vóru alt ov títt. Stórur dentur var tískil lagdur á at fáa ein høvuðsvenjara til felagið, ið leyk treytirnar, hevði rætta støðið og møguleika at vera verandi hjá felagnum í longri tíð. Av tí sama skrivaðu vit undir tvey ára sáttmála, ið vit endurnýggjaðu við ársbyrjan 2022 fyri tvey ár afturat.

Nú er triði tvey-ára sáttmálin millum partarnar gjørdir millum partarnar. Richard Goffe fyllur 42 ár 9. januar og hevur longu eina virkna venjarayrkisleið aftanfyri seg. Hann hevur starvast í heimlandinum, í Kina og í Íslandi.

- Fyrstu árini í B71 var Richard ógvuliga virkin við bæði 1. deild og barna- og ungdómsarbeiðinum. Hann legði grundarlagið fyri tí virksemi vit hava í dag, men framyvir er barna- og ungdómsvenjingin løgd meiri út til venjarar, ið høvuðsungdómsvenjarin varar av, ið sostatt merkir at Richard framyvir hevur størri fokus 1. deild mansliðið, umframt ávís eldri ungdómslið hjá felagnum.

[object Object]
Richard Goffe í samrøðu við Jógvan Martin Olsen á Sandi í samband við eina ungdómsvenjing

Úr B71 verður víst á, at ein stór broyting í mun til 2020 er, at fleiri fólk eru í fullum starvi inni í Dal á Sandi nú.

- Nógv vatn er runnið í ánna seinastu árini og frá at hava eitt starvsfólk fulla tíð fyri 4 árum síðani, so koma vit í 2024 at hava 3 fólk í fulltíðarstarv hjá felagnum, ið er ein ótrúlig og jalig broyting. Hettar setur tó stór krøv til at raksturin av felagnum er skynssamur, men við ótrúliga dyggum stuðli frá kommunum, sandoyingum og stuðlum/samstarvsfeløgum, umframt vælvild frá leikarum, foreldrum og mongum øðrum, so ber hettar til.

Næstu dagarnar verða seinastu avtalurnar um venjaratoymi hjá 1. deild gjørdar og kunngjørdar, skrivar b71.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder