Fótbóltur

Riga FC-KÍ kann stroymast á heimasíðuni hjá KÍ

Røkkstøkkdysturin í Riga byrjar klokkan 18 føroyska tíð, og vinnarin fer í deildarspælið í Conference League. Stroyma fyri eitt gjald á tv.ki.fo.

Málleyst eftir dystin við Djúpumýru og harvið fer vinnarin í lettiska høvuðsstanum í kvøld víðari til deildarspælið - hjá taparanum er evropeiska árið av (Mynd: Sverri Egholm)

Málleyst eftir dystin við Djúpumýru og harvið fer vinnarin í lettiska høvuðsstanum í kvøld víðari til deildarspælið - hjá taparanum er evropeiska árið av (Mynd: Sverri Egholm)

2026-08-27 14:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað skal røkka ella støkka hjá KÍ í kvøld, tá seinni røkkstøkkdysturin móti Riga FC er á skránni.

Málleyst eftir dystin við Djúpumýru og harvið fer vinnarin í lettiska høvuðsstanum víðari til deildarspælið - hjá taparanum er evropeiska árið av. Møguliga verður tað neyðugt við longdari leiktíð ella brotssparkskapping.

Sí eisini: Brakið um deildarspæl byrjar klokkan 18

Til ber at síggja dystin á heimasíðuni hjá KÍ fyri eitt gjald. Til ber eisini at fylgja gongdini ovast á Portalinum

Conference League røkkstøkk umfar (play-off) - seinni dysturin 
Hósdagin 27. august, Skonto Stadion
18.00: Riga FC - KÍ (0-0) - eingin regul er um útivallarmál longur

Stroyming: tv.ki.fo (gjald: 20 evrur)

Livescore: portal.fo

Les eisini: Riga FC stendur sum stórfavorittur til seinna røkkstøkkdystin móti KÍ

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder