Annað

Rihanna í hálvleikinum og beiggjar dystast

Tað eru nógv áhugavert við Super Bowl 57, sum byrjar stutt áðrenn midnátt.

Rihanna til tíðindafund í Arizona í vikuni. Umframt at hava yvir 70.000 áhoyrarar til staðar í kvøld, fara væl yvir 100 milliónir fólk at uppliva 13-minuttir konsertina hjá henni (Mynd: EPA)

Rihanna til tíðindafund í Arizona í vikuni. Umframt at hava yvir 70.000 áhoyrarar til staðar í kvøld, fara væl yvir 100 milliónir fólk at uppliva 13-minuttir konsertina hjá henni (Mynd: EPA)

2023-02-12 15:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í nátt føroyska tíð fara væl yvir 100 milliónir sjónvarpshyggjarar í USA at fylgja við dystinum, drama’inum og undirhaldinum í Glendale, Arizona. 

Summi hyggja mest orsakað av sjálvari uppgerðini millum Philadelphia Eagles og Kansas City Chiefs, summi eru mest spent uppá serligu lýsingarnar - ið kosta upp til 50 milliónir krónur - nógv eru mest við fyri hugnan og nógva matin, og so er Rihanna eisini eitt av stóru nøvnunum, sum verður á vøllinum. 

34-ára gamla popp/R&B stjørnan av Barbados framførir í umleið 13 minuttir, meðan steðgur er í sjálvum finaludystinum. Rihanna legst harvið afturat stórum nøvnum sum Micheal Jackson, U2, Paul McCartney, Katy Perry, Justin Timberlake, Shakira og Jennifer Lopez, ið hava framført til Super Bowl. 

Fleiri av teimum stóru framførslunum í Super Bowl-søguni kunnu síggjast á youtube-síðuni hjá NFL

Seinastu mongu árini hava tey flestu havt stór gestanøvn við - Lady Gaga er tó ein av teimum, sum valdi hetta frá, og hon stóð fyri einari framúrskarandi framførslu í Houston í 2017. Spurningurin er so, um Rihanna hevur valt at tikið nakran við, og um so er: hvønn/hvørji. Millum hennara stóru hitt verður væntað, at í hvussu er tey flestu av hesum verða hoyrd: Umbrella, Run This Town, Cheers (Drink to That), Don't Stop the Music, Pon de Replay og Diamonds.

Fólk í yvir 200 londum hava møguleikan at fylgja við stóra “showinum”, sum alt Super Bowl er. Óvist er, hvussu nógvar hyggjarar vera kring heim, men NFL - og serliga stóri finaludysturin - tykist at veksa í mæti og gerast betri og betri umtókt. 

Eitt søguligt við Super Bowl LVII (57) er, at brøður spæla móti hvørjum øðrum á fysta sinni.

[object Object]Travis Kelce við Lombardi-steypinum í 2020 (Mynd: EPA)

Travis Kelce er størsta vápnið hjá Patrick Mahomes, og thight-endurin hjá Chiefs er ein av sínum besti á sínum plássi í NFL-søguni. Serliga í endaspælinum og tætt við máløkið er maðurin við 87-talinum giftigur.

Jason Kelce er leiðarin á offensivu linjuni hjá Philadelphia Eagles. Hann er tann, ið setur bóltin í spæl, og síðani verjir fyri quarterbakkinum ella letur vegin upp fyri rennispælinum, tá Eagles loypir á. Hann hevur, eins og yngri beiggin, vunnið eina Super Bowl. 

[object Object]Jason Kelce vann Super Bowl við Philadelphia Eagles í 2018 (Mynd: EPA)

Fyri tíggju árum síðani vóru Harbaugh-brøðurnir, Jim og John, høvuðsvenjarar hjá hvørjum sínum liði. Tað er tó ongantíð hent, at brøður hittast í finaludystinum. 

Super Bowl LVII verður skotin í gongd umleið klokkan 23.30 í kvøld. Chris Stapleton syngur tjóðsangin - Star Spangled Banner - stutt áðrenn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder