Fótbóltur

Risauppgáva hjá Klæminti og liðfeløgunum

Favoritturin FCK vitjar á Kópavogsvöllinum í kvøld, har tað verður faðir móti soni.

Klæmint Andrasson Olsen og Breiðablik fáa vitjan av FCK í kvøld. Dysturin byrjar klokkan 20.15 (Mynd: Kristinn Steinn Traustason)

Klæmint Andrasson Olsen og Breiðablik fáa vitjan av FCK í kvøld. Dysturin byrjar klokkan 20.15 (Mynd: Kristinn Steinn Traustason)

2023-07-25 12:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Íslendsku meistararnir stríddu seg víðari til 2. umfar í Champions Leagur við góðum sigrum á Shamrock Rovers úr Írlandi. Lutakastið til hetta umfarið háttaði seg soleiðis, at eitt av allarstørstu feløgunum í Norðanlondum nú bíðar

Sí eisini: 
Breiðablik vann í Írlandi
Breiðablik skal í Parkina

FCK kemur nú inn í kappingina, og fyrsti dysturin hjá donsku meistarunum er á Íslandi. Um FCK ikki kemur í eitt bólkaspæl - helst í minsta lagi Europa League - er tað helst eitt vónbrot í Danmark.

Fyrstu fetini skulu takast á á Kópavogsvöllinum í kvøld. Tað varð útselt eftir einari lítla løtu til dystin, har FCK uttan iva er favrorittur. Klæmint Andrasson Olsen og hinir skulu royna at fáa eitt gott útgangsstøði til seinna dystin, sum verður í Parkini.

Tað er stórur spenningur í Íslandi - og fyri sovítt eisini í Danmark - til hendan dystin, og søgan um at faðir og sonur hittast fyllir nakað.

[object Object]
Orri Óskarsson í dysti fyri FCK. Nú er hann aftur í heimlandinum og skal møguliga spæla móti pápa sínum. Hetta var ikki lutakastið, ið hann ynskti.

Óskar Hrafn Thorvaldsson hevur áður verið venjari hjá Grótta, einum øðrum felagi í høvuðsstaðarøkinum. Har breyt Orri Óskarsson ígjøgnum tíðliga og vísti seg sum eitt stórt "talent" í íslendskum fótbólti. FCK helt eyga við álopskenda spælaranum, og seinastu árini hevur Orri verið knýttur at FCK.

Nú skal hann royna at órógva møguliga størstu løtuna hjá pápa sínum sum venjara. Ivasamt er, hvussu nógv ungi Orri, sum hevur gjørt vart við seg í ungdómsdeildunum í Keypmannahavn og eisini verið leigaður út til Sønderjyske, fer at spæla. Tó er greitt, at Óskar Hrafn Thorvaldsson helst ikki vónar tað besta fyri sonin í hesum førinum - í øllum førinum er hansara uppgáva at vinna fyri Breiðablik.

Dysturin millum íslendsku meistararnar og donsku meistararnar byrjar klokkan 20.15. Hann kann stroymast á somu síðu, sum Ferencvárosi var at síggja í síðstu viku

Sum bolt.fo vísir á, so hittast tey seks norðurlensku meistaraliðini í hesum umfarinum: Molde og HJK spæla eisini í dag, og í morgin tekur KÍ móti svensku meistarunum. Vinnararnir av hesum báðum seinnevndu dystunum hittast í 3. umfari.

Rættað og dagført 12:52

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder