Fótbóltur

Risauppgerðir fyri framman í fjórðingsfinalunum

Talan verður um endurtøku av finaluni í fjør, brak millum Real Madrid og Liverpool, og Erling Haaland skal spæla móti gamla felagnum hjá faðir sínum. Porto, ið sló Juventus út fyri kortum, skal møta Chelsea.

Neymar og Thomas Tuchel eftir finaluósigurin fyri Bayern í fjør. Neymar og PSG skulu nú royna at løna týska liðnum aftur - týski venjarin er nú í Chelsea, sum hevur uppgávur móti Porto fyri framman (Mynd: EPA)

Neymar og Thomas Tuchel eftir finaluósigurin fyri Bayern í fjør. Neymar og PSG skulu nú royna at løna týska liðnum aftur - týski venjarin er nú í Chelsea, sum hevur uppgávur móti Porto fyri framman (Mynd: EPA)

2021-03-19 12:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lutakastið til fjórðingsfinalurnar í Champions League var fyri løtu síðani í Nyon í Sveis.

Tá bert átta lið eru eftir kann væntast, at talan verður um nakrar stóruppgerðir, og soleiðis háttaði lutakastið seg eisini.

Fjórðingsfinalurnar í Champions League

Manchester City - Borussia Dortmund
FC Porto - Chelsea FC
Bayern München - PSG
Real Madrid - Liverpool FC

Dystirnir verða leiktir 6. og 7. apríl (fyrru) og 13. og 14. apríl (seinnu)

Porto ímóti Chelsea er tann minst spennandi á pappírinum, men er tó áhugaverd. Portugisiska liðið sló óvæntað Juventus út í áttandapartsfinaluni. Hetta er fyrstu ferð síðani 2014, undir gamla Porto-venjaranum Jose Mourinho, at Chelsea er ímillum tey seinastu átta í Champions League. Tá kom Chelsea eisini í hálvfinaluna, og tað er fyrsta mál hjá Thomas Tuchel og hansara monnum nú.

Vinnarin av Chelsea - Porto skal spæla ímóti Real Madrid ella Liverpool. Liðini, sum hittust í finaluni í 2018, bresta saman tvær ferðir í fyrru hálvu av apríl, og lagt er upp til sera spennandi uppgerðir. Klopp og hansara menn vóru í tveimum finalum á rað áðrenn hitt stóra Madrid-liðið í fjør sendi Liverpool út í áttandapartsfinaluni. At vinna Champions League kann í ár verða atgongumerki til kappingina næsta kappingarár hjá enska liðnum. Fyri Real Madrid er hetta fyrstu ferð síðani 2018, at liðið er millum tey seinastu átta.

Í fjør hittust Bayern og PSG í sjálvari finaluni. Í apríl skulu liðini dystast um at koma í hálvfinalurnar. PSG sær spennandi út undir Pochettino, men tað skal nógv tilfyri at koppa meistarunum hjá Flick av trónini. Nógvar stjørnir verða at síggja á vøllinum, og tað kann gerast heilt áhugavert og spennandi.

Manchester City fær eina áhugaverda avbjóðing. Serliga í mun til at sterki verjuparturin í tveimum dystum skal royna at handfara norðmannin, sum hevur 20 mál í 14 Champions League-dystum. Hjá Dortmund fer tað helst í stóran mun at snúgva seg nógv um, hvussu Erling Braut Håland fer at standa seg ímóti einum av gomlu feløgunum hjá pápanum. Håland og co. skulu royna at tarna Guardiola og hansara monnum í royndini at endliga røkka einari finalu. 

Lutakast varð eisini um, hvussu liðini skulu spæla í hálvfinalunum. Tað háttaði seg soleiðis:

Bayern München/PSG - Manchester City/Borussia Dortmund

Real Madrid/Liverpool - Porto/Chelsea 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder