Róaldur Jakobsen er nú aftur partur av venjaratoyminum í B36. Hesum boðar felagið frá í kvøld.
- Róaldur var sjálvur annar av hjálparvenjarum okkara, tá Dan Brimsvík seint í 2020 tók við sum høvuðsvenjari hjá okkum, og hendan hjástarvið røkti hann eisini alt 2021. Við egnari elektrikarafyriøku at reka metti Róaldur tó, at hann ikki hevði stundir til at halda fram í sessinum, men hann og Dan hava støðugt tosað saman um ein møguligan leiklut, og hesin er nú funnin, sigur B36.
Róaldur Jakobsen verður restina av árinum partur av venjaratoyminum, og hetta fegnast tey í B36 um.
- Róaldur hevur eitt fótbóltshøvd sum fáur, og so er hann eisini ein ímynd av B36. Tað hevur alla tíðina verið mítt ynski, at vit so ella so kunnu hava pláss fyri hansara dygdum í venjaratoyminum, og eg eri fegin um, at hetta nú er komið í lag, sigur Dan Brimsvík, høvuðsvenjari hjá B36.
B36 liggur í løtuni á fimta plássið í Betri deildini hjá monnum við 26 stigum. Seinnapartin tapti liðið móti nærmasta kappingarneytanum um fjórða plássið og evropamilliónirnar, EB/Streymi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald