Fótbóltur

Rodri kosin ársins fótbóltsspælari

Spanska felagið Real Madrid valdi at boykotta heiðurstiltakið í Paris í gjárkvøldið, tá tey frættu, at Vinicius ikki fór at vinna.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-10-29 08:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Spanski fótbóltsspælarin, Rodri, kann nú kallas seg heimsins besta fótbóltsspælara.

Í gjárkvøldið fekk hann tignarliga Ballon d’Or heiðurin, sum evropeiska fótbóltssamgongan, Uefa, letur í samstarvi við franska fótbóltsblaðið, France Football. Handanin fór fram í franska høvuðsstaðnum, Paris.

[object Object]
Rodri við EM-steypinum í summar (Savnsmynd: EPA)

28 ára gamli Rodri, sum spælir við enska felagnum, Manchester City, var í summar ein av avgerandi leikarunum, tá spanska landsliðið vann evropameistaraheitið, og í vár gjørdist hann eisini enskur meistari við Manchester City.

Rodri varð kosin í kapping við 29 aðrar tilnevndar leikarar. Hetta var fyrstu ferð síðan 2003, at hvørki Lionel Messi ella Cristiano Ronaldo vóru millum teir tilnevndu. Í fjør fekk Messi heiðurin fyri áttandu ferð.

Tað er ein dómsnevnd samansett av journalistum úr teimum 100 bestu londunum á heimsstyrkilistanum, sum hava kosið Rodrið til besta leikara í fórbóltsárinum 2023/24.

Rodri vann heiðurin framman fyri tríggjar finalistar, Vinicius, Jude Bellingham og Dani Carvajal, sum allir spæla fyri spanska stórfelagið, Real Madrid.

Spanska felagið var ikki til staðar til handanina í gjárkvøldið. Orsøkin sigst vera, at felagið hevði fingið frænir av, at Vinicius Junior ikki fór at verða valdur, og tí valdi at boykotta tiltakið, skrivar dr.dk.

[object Object]
Aitana Bonmati (Mynd: EPA)

Aitana Bonmati annað árið á rað

Ársins besti kvinnuligu fótbóltsleikari er eisini ein kvinna. Annað árið á rað kann Aitana Bonmati kalla seg ársins besta fótbóltsleikara hjá kvinnunum.

Bonmati spælir við FC Barcelona, sum bæði vann spanska meistaraheitið og Champions League í farna kappingarári. Í Champions League varð gjørdist hon eisini toppskjútti, og varð eisini kosin besti spælari í finaaluni.

Barcelona-spælari hevur nú vunnið Ballon d’Or fýra ár á rað. Í 2021 og 2022 var tað Alexia Putellas, ið fekk heiðurin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder