Um eina viku spæla Føroyar í Moskva, og í døgunum aftaná eru tveir dystir á skránni í Høllini á Hálsi. Hetta er seinni helmingur av EM-undankappingini hjá føroyska manslandsliðnum.
Hópurin til dystirnar varð kunngjørdur í farnu viku. Rógvi Dal Christiansen úr íslendska Fram var ikki á listanum tá, men nú er greitt, at 27-ára gamli strikuleikarin verður við.
Royndi Rókur Akralíð er skaddur og hevur tí givið avboð - her í dysti móti Ukreina (Mynd: Jens Kr. Vang)
Orsøkin er, at Rókur Akralíð hevur fingið ein skaða í ryggin at dragast við, og harvið varð hann noyddur at geva avboð. Hesum boðar Hondbóltssamband Føroya frá í dag.
Tað verður ein annar sterkur leikari, ið hevur sín hondbóltsuppruna í Kyndli, sum avloysir Rók í hópinum, sum er hesin:
Nicholas Satchwell, KA Akureyri
Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil
Rói Berg Hansen, HØJ
Sjúrður Olsen, VÍF
Brandur Halgirson, Ajax København
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger
Filip Jojic, VÍF
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Peter Krogh, H71
Vilhelm Poulsen, Fram
Allan Norðberg, KA Akureyri
Hákun West av Teigum, Skanderborg Håndbold
Pætur Mikkjalson, SUS Nyborg
Rógvi Dal Christiansen, Fram Reykjavik
Teis Horn Rasmussen, TM Tønder
Pætur Thomsen, H71
Dystarskráin:
Mikudagin 28. apríl: Russland - Føroyar (Moskva)
Fríggjadagin 30. apríl: Føroyar - Kekkia (Høllin á Hálsi)
Sunnudagin 2. mai: Føroyar - Russland (Høllin á Hálsi)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald