Formaðurin í Tórshavnar Golffelag, Rógvi Mikkelsen, gjørdist tryggur vinnari av BankNordik Open golfkappingini, ið varð hildin á Glyvursnesi í dag, leygardagin 23. juli.
BankNordik Open er onnur av tveimum opnum kappingum, sum á hvørjum ári verða spældar á breytini hjá Tórshavnar Golffelag.
Talan er um eina sokallaða Stableford-kapping, ið vil siga, at spælararnir fáa stig í mun til teirra handikapp. Tí er vinnarin av kappingini ikki altíð tann spælari, ið brúkar fægst sløg, menn tann, ið klárar seg best í mun til sítt handikapp.
Men hesaferð gjørdist tað spælarin við fægst sløgum, sum gjørdist samlaður vinnari. Tí umframt at fáa 45 Stableford-stig, brúkti Rógvi Mikkelsen einans 78 sløg upp á umfarið í dag – tað er einans seks sløg yvir par á breytini.
Nummar tvey gjørdist Mogens Brix við 40 stigum og nummar trý varð Bjarne Jørgensen við 37 stigum.
Hesin sami Mogens Brix varð annars tann, ið varð mest heiðraður eftir kappingina í dag, tí hann vann tær innløgdu kappingarnar í dag. Hann var tann leikarin, ið kláraði seg best á 9 teimum fyrstu holunum (23 stig), hann lá nærmast flagginum í útslagnum á øðrum holi (265 sentimetrar) og hann var eisini á vinnandi liðnum saman við Rógva Mikkelsen og Bjarne Jørgensen.
Nýsetti stjórin í BankNordik, Heini Thomsen, handaði viðislønirnar á Glyvursnesi í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald