Dánjal Godtfred er farin aftur til barndómsfelagið FC Suðuroy, og í gjárkvøldið varð kunngjørt, at Gutti Dahl-Olsen næsta ár skal spæla fyri B36. Harumframt hoyrist, at tað er sannlíkt, at EB/Streymur kann missa bæði Boga Reinert-Petersen og Filip Djordjevic.
Sí eisini:
Profilar koma heim til FC-Suðuroy
Gutti til B36
EB/Streymur hevur tó fingið ein týðandi sáttmála uppá pláss í vikuskiftinum. Felagið kundi kunngera, at Rógvi Egilstoft hevur gjørt sáttmála fyri 2024.
31-ára gamli vágamaðurin kann røkja fleiri pláss í verjuni og á miðvøllinum. Umframt EB/Streym hevur Rógvi Egilstoft umboðað barndómsfelagið 07 Vestur og NSÍ í vaksnamannafótbólti.
EB/Streymur endaði á 6. plássi í Betrideildini og var í hálvfinalunum í steypakappingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald