Fótbóltur

Rói, Andrias, Jákup og Jonn aftur á liðnum

Bagge og Hegga hava sett føroyska liðið, ið skal dystast við Spania. Dysturin í Marbella verður bríkslaður í gongd klokkan 18 - fýra broytingar eru á liðnum í mun til seinast.

Jonn Johannessen byrjar inni í álopinum hjá Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)

Jonn Johannessen byrjar inni í álopinum hjá Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-11-12 15:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska liðið til dystin móti Spania sær soleiðis út:

(4-4-1-1): Rói Mørk Hentze - Ari Olsen, Samuel Johansen Chukwudi, Andrias Edmundsson, Daniel Johansen - Pætur Petersen, Jákup Biskopstø Andreasen, Stefan Radosavljevic, Lukas Giessing - Petur Knudsen - Jonn Johannesen.

Eykaspælarar: Jákup Nolsøe Olsen, Bárður á Reynatrøð, Ólavur Niclassen, Bjarki Nielsen, Hanus Sørensen, Arnbjørn Svensson, Pætur Skipanes, Ragnar Samuelsen og Hjalti Kárason Djurhuus.

Støðan í bólkinum
1. Spania 22 stig
2. Norðurmakedónia 14 stig
3. Ísrael 12 stig
4. Kasakstan 10 stig
5. Montenegro 7 stig
6. Føroyar 6 stig

Dysturin byrjar klokkan 18, men kann sum skilst ikki stroymast í Føroyum. Seinast liðini hittust var fyri bara einum mánaði síðani, tá spaniólar vunnu 2-0 á Tórsvølli. Tað var AC Milan/Real Madrid-leikarin, Brahim Diaz, ið skoraði bæði málini - eitt í byrjanini av seinna hálvleiki og eitt í yvirtíðini.Føroyingar vóru væl við í tí dystinum, og skulu nú royna at gera tað aftur.

Fýra broytingar eru gjørdar í mun til 1-0 sigurin á Montenegro á Svangaskarði, sum var síðsti dystur, ið føroyska liðið spældi ímóti seinast. Rói Mørk Hentze var skaddur tá, men hann avloysir navnan í málinum - Rói Zachariasen er ikki við hesuferð, tí hann er bundin av lesnaði. Í miðverjuni kemur Andrias Edmundsson inn. Toftamaðurin hevur ikki fingið verið við í heyst orsakað av sóttarhaldsreglunum í Spania, men kemur nú ikki fyri Ólav Niclassen, ið annars spældi væl móti Spania og Montenegro. Andrias og Samuel fara møguliga at verða fastur í miðverjini í komandi undankapping.

Tveir KÍ-leikarar eru komnir við aftur. Talan e rum Jákup B. Andreasen og Jonn Johannesen, ið góvu avboð seinast. Jákup kemur inn fyri Hjalta Kárason Djurhuus, ið annars spældi frálíka væl í dystunum í seinasta mánaði, og Jonn kemur inn fyri Adrian Justinussen, sum hesuferð er á A-landsliðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder