Tveir føroyingar eru í hópinum, tá FIF seinnapartin í morgin kann spæla seg upp í næstbestu donsku hondbóltsdeildina. Talan er um vinstra vongin, Róa Berg Hansen, ið júst er úttikin til landsdystirnar imóti Ukreina, og Tórald Kollsker sum fyrr hevur vart málið hjá H71.
Rói var í fjør partur av liðnum, sum flutti niður í triðbestu deildina, men fyrrverandi Neista-leikarin valdi at verða verandi. FIF hevur eisini staðið seg sera væl í ár og hevur vunnið allar dystirnar. Kravið í Frederiksberg-Hallerne í morgin er ein sigur ímóti Korsør - tvey stig afturat hava uppflyting við sær.
Rói, Tóraldur og hinir skulu í eldin klokkan 14.00 í morgin.
Hondbóltur
Rói og Tóraldur kunnu flyta upp í morgin
Við sigri á heimavølli í Frederiksberg flytir FIF við teimum báðum føroyingunum upp í næstbestu deildina.
Liðið hjá FIF við Róa Berg Hansen (nr.9) og Tóraldi Kollsker (nr.12) undir liðuni á hvør øðrum (Mynd: FIF Håndbold)
2019-03-15 21:08
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald