Tað er málleyst í hálvleikinum í stórsteypadystinum á Tórsvølli, men tað hevur als ikki verið óáhugavert.
KÍ fekk eitt mál kolldømt miðskeiðis í hálvleikinum. Í fyrstu syftu var torført at fáa eyga á, hvat hjálpardómarin vinkaði fyri, men á endurtøkunum sást, at René Shaki Joensen stóð í rangstøðu og fyri málverjan Bárður á Reynatrøð. Hann hevði allarhelst ikki fingið fatur á drønstútaranum kortini, men dómurin er sambært dómaraserfrøðingum eftir bókini, tí KÍ-leikarin er í rangstøðu og órógvar mótstøðuleikara og útsýni málverjans.
Hin støðan, har dómararnir eisini veurliga komu í fokus, var meira dramatisk. Tað var Olaf Bárðarson, ið rak inn í KÍ-brotsteigin úr vinstru og fór umkoll eftir nærdyst við Símun Kalsø, og Olaf og víkingarnir vildu hava brotsspark.
Báðir ungu menninir vóru liggjandi, tá Olaf koyrdi beinið út ímóti javngamla klaksvíkingum - sparkaði á ein hátt út eftir honum. Hetta fekk sinnið í kók hjá miðverjunum Odmari Færø og Vegard Forren, og Eiler Rasmussen gav Odmar gult kort, og Forren beinleiðis reytt kort. 35-ára gamli norðmaðurin tók hondina um nakkan á Olafi og segði møguliga okkurt, og harvið spælir KÍ nú við tíggju monnum.
Hetta merkir eisini, at royndi norðmaðurin, ið annars hevur spælt væl í dag, hevur leikbann til í minsta lagi tvey tey fyrstu umfarini í landskappingini. Tað tykist ikki sum dómararnir sóu heilt, hvat hendi í støðuni við Olafi og Símuni, og nummar 11 hjá Víkingi fekk gult kort. Eftir støðuna var framvegis nakað av órógvi á og uttanfyri vøllin og nakað av sjabban aftur og fram.
Støðan, ið útloysti eitt reytt kort og tey gul (Myndir: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald