
18 ár síðani seinast hjá Kyndlismonnum. Hetta varð staðfest fleiri ferðir áðrenn og undir spennandi finalurøðini hjá H71 og Kyndli. Og eftir at teir í grønum vunnu tøttu fimtu og avgerandi finaluna leygarkvøldið, var tað ein FM-forloysing hjá mest vinnandi felagnum í føroyskum manshondbólti.
Sí eisini: Kyndil er aftur á tindinum
Tann einasti í hópinum, sum hevði roynt at vunnið føroyameistaraheiti við Kyndli áður var Rókur Akralíð. Tað gjørdi nú 38-ára gamli Rókur Akralíð eisini í 2004, 2006 og 2007.
- Tað er sjálvandi ein ógvuliga góð kensla at vera við at vinna FM fyri Kyndil aftur. Aftan fyri eitt vunnið FM, liggur nógv hart arbeiði: Nógvar hondbóltsvenjingar, styrkivenjingar og videofundir.
Royndi miðverjin var bakspælari sum ungur, men seinni fór hann inn á strikuna á spæla vegna serliga skaða í økslini. Í dag sigur hann soleiðis, tá Portalurin spyr, um man kann rokna við, at Kyndil verður við í oddinum næstu árini eisini.
- Vónandi. Ungdómsliðini hjá Kyndli eru góð, og har eru nógv ung, ið spæla hondbólt í Kyndli. Famtíðin hjá Kyndli sær bjørt út.
Rókur Akralíð sæst við 8-talinum í ovara raðið saman við øðrum ógvuliga fegnum fólki (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini fleiri myndir frá leygarkvøldinum: Fyrsta FM-heitið í 18 ár
- Ein ótrúlig føroysk menning
Í 2015 var Rókur Akralíð partur av einum føroyskum liði, sum vann Emerging Nations Cup í Kosovo. Hetta var tá, hann var við at útbúgva seg sum lækni. Í sambandi við at Føroyar hósdagin spæla týðandi EM-undankappingardyst í Kosovo, spurdi vit Rók, hvussu hann hevur sæð menningina í føroyskum hondbólti seinastu tíggju árini ella so.
- Menningin hevur verið ótrúlig tey síðstu árini. Fleiri av feløgunum hava ungdómsvenjarar, ið eru dugnaligir. Hetta ger at ungdómurin verður alsamt betri og tað er neyðugt, fyri at landsliðini eydnast. Eftirhondini spæla allir A-landsliðsleikarirnir hjá monnum hondbólt uttanlands og eisini tær flestu kvinnum. Og eg síggi fyri mær, at har verða fleiri og fleiri ungir leikarar, ið fara at royna hondbóltsleiðina uttanlanda. Hettar haldi eg vera gott fyri føroyskan landsliðshondbólt. Heimliga kappingin er eisini ment. Har eru nógvir dugnarligir ungir leikarar her heima. HSF eigur eisini stóran rós fyri arbeiði, ið er lagt í, at menna føroyskan hondbólt tey seinastu nógvu árini.
Sí eisini: Allan Norðberg: - Lykilin er at fara uttanlands
Rókur gavst sjálvur á landsliðnum í januar 2023 eftir 51 landsdystir (triðflest tá). Í fleiri av hansara bestu hondbóltsárum var einki landslið, men var sterki spælarin við til fyrstu undankappingarroyndirnar. Hann staðfestir, at gullini í menningarkappingunum í Kosovo í 2015 og í Bulgaria í 2017 vóru millum fyrstu steku ábendingarnar um,, at Føroyar høvdu gongd í onkrum røttum viðvíkjandi landsliðshondbólti.
Hesa vikuna kann EM-luttakan koma uppá pláss. Føroyar spæla hóskvøldið her í Kosovo, og eitt stig burdi verið nóg mikið. Portalurin er á staðnum í Pristina og hevur meira úr føroysku leguni seinni í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald