Fótbóltur

Ronaldo: Miðlarnir bara lúgva

Nógv umtalaði 37-ára gamli Manchester United-leikarin breyt í gjárkvøldið tøgnina um støðu sína við einari viðmerking á Instagram, har hann millum annað ger greitt, at sannleikin skjótt kemur fram.

Ronaldo í 4-0 tapunum fyri Brentdford í vikuskiftinum. Áleyparin spældi allar 90 minuttirnar og hevur nú partvíst sagt sína hugsan um sína støðu á sosialu miðlunum

Ronaldo í 4-0 tapunum fyri Brentdford í vikuskiftinum. Áleyparin spældi allar 90 minuttirnar og hevur nú partvíst sagt sína hugsan um sína støðu á sosialu miðlunum

2022-08-17 16:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur - so at siga eins og vanligt - verið eitt buldraligt summar í Manchester United. Nógv óvissa hevur verið um, hvussu hópurin fer at síggja út undir nýggja venjaranum Erik ten Hag. Greitt er, at neyðugt er við styrki, um liðið skal kappast um Champions League-pláss, men tað hevur gingið illa at fingið leikarar inn, og hetta hevur, sambært fleiri miðlum, verið ein orsøk til ónøgdina hjá Cristiano Ronaldo.

37-ára gamli portugisin var ikki við til venjingarnar fyrstu tíðina í pre-season og heldur ikki á túrinum hjá Manchester United til Asia og Avstralia; hetta av persónligum ávum. Tað hevur tó ofta verið borið fram síðstu vikurnar, at veruliga orsøkin er, at Ronaldo vil til eitt annað felag, ið spælir Champions League, og at hann órógvar ymiskt í Manchester United í løtuni.

Í gjár var ein tekstur hjá einum portugisiskum ítróttarjorunalisti lagdur út á eina Ronaldo-fjepparasíðu á Instagram, har hann millum annað skrivaði, at tað als ikki var rætt, sum fleiri hava skrivað, at umboðsmaðurin Jorge Mendes hevur bjóðað Ronaldo til "áleið helmingin av feløgunum í Evropa", og at eingin er áhugaður. Edu Aguirre skrivar hinvegin, at 5-6 feløg eru áhugaði, at Altetico og Simeone millum annað vóru eftir Ronaldo, og at nógv gongur fyri seg, ið fólk einki vita um.

Cristiano Ronaldo dámdi postin, og legði síðani eina viðmerking afturat

- Tit fara øll at fáa sannleikan at vita, tá eg geri eina samrøðu um nakrar vikur. Miðlarnir bara lúgva. Eg havi skrivað niður á ein blokk, og út av teimum seinastu 100 søgunum, ið eru skrivaðar um meg, hava bert fimm verið sannar. Tú kanst bert ímynda tær, hvussu er havi tað nú - minnist til hasi tølini

Hetta er fyrstu ferð síðani fyrst i juni, tá Ronaldo segði seg síggja fram til eitt nýtt kappingarár við nýggjum venjara og at geva áskoðarunum meira, at stóra stjørnan  alment hevur verið frammi við orðum ella tonkum. 

Talan er um greiðar atfinningar, og nakað gátuført er eisini í tekstinum hjá Ronaldo. Tað er framvegis óvist, hvar hann spælir restina av kappingarárinum.

Manchester United er aftast í Premier League eftir tap í báðum teimum fyrstu umførunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder