Vágamenn endaði hetta kappingarárið á sætta plássið við 28 stigum, og tað má sigast at vera meira enn flest fólk høvdu roknað við.
Høvuðsvenjarin Magnus Powel er farin undir fyrireikingarnar til næsta kappingarár, og fyrsti styrkurin er í Ronni Møller-Iversen, sum kemur úr EB/Streymi.
Hesum boðar 07 Vestur frá á heimasiðuni.
27-ára gamli danin kom annars til KÍ í 2018 og leikti nærum hvønn dyst undir Mikkjal Thomassen. Hóast hetta flutti hann inn á Skála, har hann, næstu tvey árini, var ein av lyklaleikarunum. Tá Skála so flutti niður í fjør, vóru boð eftir Ronni norðuri á Eiði, har hann, við 27 landskappingardystum í ár, varð ein av týðningarmestu leikarunum hjá EB/Streymi.
Í alt hevur Ronni, hesi fýra árini í Føroyum, leikt 95 dystir í Betri Deildini, umframt 9 í steypakappingini. Hann hevur skotið 15 mál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald