Fyri mong sum hava fylgt væl við fótbólti, íhvussu er í hesari øldini, kann tað tykjast sum um, at Wayne Rooney so at siga altíð hevur verið har. Onglendingurin fekk sítt gjøgnumbrot í 2002, tá hann á Goodison Park tók ein langan høgan bólt frálíka væl niður og smekkaði eitt langskot í málið framvið David Seamen. Harvið avgjørdi Rooney dystin móti Arsenal, og harvið støgaði hann ósigraðu gongdini hjá meistarunum á 30 dystir. Frásøgumaðurin Clive Tyldesley rópti í løtuni eftir málið "Remember the Name"
Steyp, mál og ósemjur í Manchester
Umtalað málið vrð skotið fimm dagar áðrenn drongurin úr harða Liverpool-býarpartinum Croxteth fylti 17 ár, so tá varð hann yngsti málskjúttin nakrantið í Premier League. Tá hevði hann spælt fyri Everton í sjey ár. Tvey ár eftir kenda málið var Rooney aftur við til at støðga einari serstakari gongd hjá Arsenal. Hesuferð var tað tó á Old Trafford og í reyðum. Tað gjørdist skjótt greitt, at Rooney fór at skifta til eitt størri felag, og í august 2004 gjørdist hann heimsins dýrasti tannáringur, tá Manchester United keypti hann fyri 25 milliónir pund. Tá "The Invincibles" vitjaðu á 19-ára føðingardegnum hjá Rooney, høvdu teir ikki tapt í teimum undanfarnu 49 dystunum, men í 2. hálvleiki skaffaði nummar átta hjá United liði sínum eitt tunt brotsspark, ið Ruud van Nistelrooy umsetti til mál, og í yvirtíðini skoraði Rooney til 2-0. Tað var fyrsta Premier League málið hjá áleyparanum í reyðu troyggjuni.
Rooney og Ronaldo kmu til felagið sum 18-ára gamlir og vóru heilt stóru stjørnurnar í álopspartinum hjá United frá 2006 (Mynd: EPA)
Skjótt menti hann seg til ein lyklaleikara hjá Manchester United - saman við javngamla Cristiano Ronaldo. Eitt krútsterkt United lið undir Sir Alex Ferguson vann meistaraheitið trý ár og rað (2007-2009) og fýra ferðir uppá fimm ár, umframt Champions League í 2008. Wayne Rooney kom eisini uppá meistarheitið nummar seks í 2013, ið var seinasta árið hjá Sir Alex. Hann slapp eisini at lyfta FA Cup steypið - í 2016 undir Louis van Gaal - og Europa League steypið - undir José Mourinho í 2017. Hann var tí liðformaður, men tíðliga í 30-árunum og ikki longur tann stjørnan og eins avgerðandi sum áður. Besta persónliga kappingarárið hjá Wayne Rooney var í 2009-2010, har tað bert eydnaðist hjá United at vinna League Cup - Rooney skoraði avgerandi málið í finaluni. Tað var, eftir at Carlos Tevez og Cristiano Ronaldo vóru farnir, og Rooney tók so sanniliga ábyrgd og skoraði samanlagt 34 mál.
Tíðin í Manchester United varð eisini merkt av ósemju. Tvær ferðir ynskti leikarin at fara - fyrru ferð orskað av ónøgd um manglandi framsøkni í keypunum hjá felagnum í 2010 og í 2013 orsakað av ósemju við Sir Alex Ferguson og minkandi leiklut á liðnum. Hann fór tó ikki fyrrenn í 2017, tá hann vendi aftur til Everton. Tá var Ronney 32-ára gamal, og hann spældi 31 dystir og skoraði 10 mál fyri barndómsfelagið í kappingarárinum, áðrenn nøsin varð vend ímóti amerikanska høvuðsstaðnum. Har gjørdi onglendingurin um seg í eitt og eitt hálvt ár, áðrenn nøsin varð vend ímóti Evropa og Bretlandi aftur.
Langt frá allar løtur í United vóru góðar. Rooney var liðformaður í nøkur ár, har felagið og liðið royndi at koma fyri seg eftir Sir Alex Ferguson tíðina. Wayne Rooney endaði tó sína tíð í felagnum við at vinna Europa League (Mynd: EPA)
"Tann burturvilsti sonurin" vendi aftur til Goodison - 15 ár eftir at hann hevði brotið ígjøgnum har (Mynd: EPA)
Í Derby hevur Wayne verið partur av venjaratoyminum, samstundis sum hann hevur spælt. Í gjár varð kunngjørt, at yrkisleiðin sum leikari er av, men at Wayne Rooney hevur skrivað undir sáttmála sum høvuðsvenjari hjá felagnum, sum er galdandi til juni 2023. Philip Cocu fekk sekkin í november. Derby lá aftast í The Championship eftir 3-0 tapið fyri Middlesbrough 25. november. Hetta gjørdist seinasti dystur í yrkisleiðini hjá nú 35-ára gamla Rooney, ið eftir hetta tók yvir sum fyribils stýrimaður. Hann hevur megnað at lyft Derby tvey pláss upp, og liðið hevur bert tapt tveir dystir í The Championship síðani - tó var Derby fyri eyðmýking í 3. umfari í FA Cup, har Chorley úr sættbestu deildini vann 2-0.
Landsliðið og eftirmæli
Wayne Rooney setti í 2003 met sum yngsti leikarin á enska landsliðnum nakrantíð. Í sínum fyrsta endaspæli - EM í Portgal í 2004 - gjørdi 18-ára gamli hartarbeiðandi, skjóti, ágangandi, avbjóðandi, skotsterki og tekniskt dugnaligi áleyparin bart við fýra málum. Ein skaði tíðliga í fjórðingsfinaluni móti Portugal, har Ongland reyk út eftir brotssparkskapping, skuldi vísa seg at vera eitt ringt tekin fyri tíðina á landsliðnum - í øllum førum í samband við endaspøl. Rooney fór hálvavegna skaddur til HM í Týsklandi í 2006 og varð útvístur í fjórðingsfinaluni móti Portugal, ið aftur sló Ongland út eftir brotsspørk. Ongland spældi seg ikki til EM í 2008, HM í 2010 var ein katastrofa fyri liðið og Rooney, í 2012 var hann aftur meira ella minni skaddur, í HM 2014 fekk Rooney sítt fyrsta HM-mál, men Ongland spældi bert tríggjar dystir í Brasil. Tíðin á landsliðnum støgðaði meira ella minni á ringasta hátt: Tá Ísland sló Ongland út í EM í Fraklandi, hóast Rooney legði liðið hjá Roy Hodgson á odda við brotssparki.
Rooney hevur her sett málmetið í dyst móti Sveis - hann tók málmetið hjá Onglandi og Manchester United frá Sir Bobby Charlton (Mynd: EPA)
Talan er um leikara, ið skilir vøtnini í serliga Onglandi. Hann var illa lýddur millum Liverpool-fjepparar og, eftir skiftið til United, millum Everton-fjepparar. United-fjepparar elskaðu hann, men tá hann vildi burtur, varð tað ikki líka breitt og djúpt, og summu vendu honum verliga bakið. Wayne Rooney hevur havt nakrar støður uttan fyri vøllin, ið vóru meira enn óhepnar. Hann er tikin fyri at koyra ávirkaður, Tvær ferðir varð hann avdúkaður at hava verið saman við skøkjum - seinnu ferð meðan konan Coleen var við barn. Hetta ávirkaði hann nógv í seinnu hálvu av 2010. Tey eru enn saman, hava fýra børn, og elsti sonurin Kai skrivaði fyri stuttu undir lærlingasáttmála við Manchester United.
Í Onglandi hevur Rooney verið fyri atfinningum orsakað av hansara avrikum fyri landsliðið. Tá hugt verður eftir yvirlitum yvir endaspæl omanfyri, er tað til at skilja. Men Rooney spældi heilar 120 landsdystir og er mest skorandi leikarin á enska landsliðnum nakrantíð. Samanlagt spældi hann spældi 491 dystir í Premier League - bert Allan Shearer hevur skorað fleiri mál - og samanlagt hevði Wayne Rooney eina glæsiliga yrkisleið sum leikari, og varð í gjár fagnaður av ógvuliga mongum í fótbóltsheiminum á sosialu miðlunum fyri síni fótbóltsavrik. Spurningurin er so, hvussu hann fer at standa seg sum høvuðsvenjari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald