Wayne Rooney skoraði í gjárkvøldið (lokala tíð) eitt framúr flott mál, tá lið hansara, DC United, vann 1-0 á Orlando City í amerikansku deildini Major League Soccer.
Sagt verður at talan er um eitt av vakrastu málunum í ár, og tað er ikki óhugsandi. Wayne Rooney gjørdi ikki mætari enn at skora úr egnari hálvu.
Rooney fekk fatur á bóltinum á egnari hálvu eftir 10 minuttum. Fyrrverandi Manchester United og Everton áleyparin sá at málmaðurin hjá Orlando City var komin nakað langt út úr málinum. Og so smekkaði hann til.
Málmaðurin hjá Orlando City, Brian Rowe, royndi at koma aftur í málið, men hann kláraði akkurát ikki at fáa fingrarnar á bóltin.
Við málinum fekk DC United sín fyrsta sigur í seks dystum. Á hinari hálvuni spældi fyrrverandi liðfelagin hjá Rooney í Manchester United, Nani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald