Fótbóltur

Rosenørn til íslendskan fótbólt

Keflavík boðar í dag frá, at felagið, sum er í bestu deildini, hevur knýtt fyrrverandi KÍ-málverjan at hópinum.

Tað hevur verið nakað av einum ivamáli um, Mathias Rosenørn heldur fram í KÍ ella ikki. Samband var millum partarnar aftur fyrr í mánaðinum (Mynd: Sverri Egholm)

Tað hevur verið nakað av einum ivamáli um, Mathias Rosenørn heldur fram í KÍ ella ikki. Samband var millum partarnar aftur fyrr í mánaðinum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-01-24 19:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann kom til Føroyar á vetri 2021. Tá nøkur umfør vóru liðin av kappingarárinum vann danin plássið sum fyrstimálverji hjá KÍ, og tað var serliga í dysti móti HB í apríl hetta árið, at málverjin vísti sínari dygdir. 

Mathias Rosenørn og KÍ-liðfelagirnir gjørdist føroyameistarar í stórum stíli í 2021 og aftur í fjør. Samanlagt spældi málverjin úr Esbjerg 49 dystir í Betrideildini hesi árini, og í teimum lat hann 19 mál fara inn.

Talan er um flott tøl, ið Rosenørn og ein sterkur KÍ-verjupartur hava staðið fyri. Nú 29-ára gamli danin hevur eisini víst seg fram í spælinum við beininum, har hann á ein hátt hevur lagt eina dimensjón afturt í spælinum hjá KÍ. 

Á Faroesoccer er Mathias Rosenørn skrásettur fyri 62 dystir fyri besta liðið hjá KÍ, har tapta steypafinalan móti Víkingi er tann síðsti, og harav átta eru evropeiskir dystir. Í evropeisku dystunum í serliga 2021 vísti málverjin onkrar veikleikar í samband við innlegg, men tað var avgjørt væntað, at KÍ fór at royna at leingja við hann. Tað var eisini ein tilgongd við hesum í fjør, men samráðinganar bóru ikki á mál: Rosenørn fór í gongd at leita eftir nýggjum felagið og KÍ eftir nýggjum málverjum.

[object Object]
Mathias Rosenørn til venjing á Aspmyra í Bodø síðsta summar. Hann og KÍ komu ikki á mál í samráðingum um nýggjan sáttmála (Mynd: Sverri Egholm)

Rói Mørk Hentze gjørdi sáttmála við føroyameistararnar fyrr í mánaðinum, og síðani frættist tað eisini, at samband var aftur millum KÍ og Rosenørn. Tað var tað eisini líka miðskeiðis í januar, men heldur ikki hesuferð kom ein nýggjur sáttmáli burturúr, og í dag varð staðfest, at tvífaldi føroyameistarin og ársins málverji í Betrideildini skal spæla í bestu íslendsku deildini í 2023.

Tað var Keflavík, sum kunngjørdi hetta á sínum sosialu miðlum. Felagið skrivar, at 29-ára gamli málverjin úr Esbjerg kemur úr føroyskum fótbólti, har hann hevur staðið seg væl og millum annað hevur spælt evropeiskan fótbólt. 

Keflavík endaði í 2022 á 7. plássi í fremstu íslendsku deildini, har tólv lið eru. Føroyski landsliðsframherjin Patrik Johannesen, ið eisini hevur spælt fyri KÍ, spældi har í fjør. Tvøramaðurin varð í november seldur til meistararnar Breiðablik. Har er hann nú liðfelagið við Klæmint Andrasson Olsen, og skulu teir royna at skora móti millum annað Mathias Rosenørn í ár.

KÍ roynir at fáa fatur á einum øðrum útlendskum málverja. Í gjár skrivaði bolt.fo, at norskir miðlar hava sett føroyameistararnar í samband við Markus Pettersen hjá Brann


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder