Annað

Royna at endurstovna talvfelagið á Strondum

Skipað verður fyri kunnandi fundi mikukvøldið.

2023-08-14 18:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í 1972 bleiv Stranda Talvfelag stovnað. Felagið var virkið í fleiri ár. Men vegna vantandi undirtøku støðgaði virksemið, og felagið varð avtikið.

Men nú verður arbeitt við at endurstovna talvfelagið.

Petur Meinhard Magnussen, sum eisini er virkin í talvarbeiði í Føroyum, arbeiðir við at endurstovna Stranda talvfelag.

Mikukvøldið kl 18:30 verður kunnandi fundur í lærarastovuni í Stranda skúla um hvørjar ætlanir eru við einum talvfelagið á Strondum.

Endamálið við fundinum er at fáa eina hóming av, um áhugi er fyri hesum í bygdini og at siga eitt sindur um, hvat hugsjónin er fyri felagnum.

Hetta verður eitt felag fyri øll sum hava áhuga í talvi, og ikki bara til tey sum duga væl at telva, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder