Levi Tróndarson Nybo er settur sum nýggjur hjálparvenjari hjá besta mansliðnum hjá StÍF. Hesum boðar StÍF frá í dag.
Hann skal hjálpa til við venjingum og dystum hjá besta liðnum í tøttum samráði og samstarvi við høvuðsvenjaran Borce Markovski.
Levi hevur drúgvur hondbóltsroyndir, bæði sum leikari í bestu deild og sum málsmansvenjari, og hevur seinastu átta árini verið verið partur av besta mansliðnum hjá StÍF sum leikari og málmansvenjari.
Hann spældi í fleiri ár ár við besta liðnum hjá H71, har hann var við til at vinna FM í 2009. Fleiri ferðir bleiv hann kosin til ársins málmann.
Menninir hjá StÍF liggja á næst aftasta plássið við fýra stigum eftir sjey dystir, og spæla á heimavølli leygardagin móti VÍF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald