Fótbóltur

RSP hitar upp fyri B36

Bólkurin fer á pall í B36-húsinum 90 minuttir undan dystarbyrjan. Atgongumerkjasølan til evropeiska heimadystin í Gundadali hóskvøldið er í gongd.

Limirnir í vælumtókta bólkinum eru sum skilst fótbóltsáhugaðir, og teir skulu seta gongd í eina føroyska fótbóltsveitslu í B36-húsinum hósvkøldið (Savnsmynd: G! festivalurin)

Limirnir í vælumtókta bólkinum eru sum skilst fótbóltsáhugaðir, og teir skulu seta gongd í eina føroyska fótbóltsveitslu í B36-húsinum hósvkøldið (Savnsmynd: G! festivalurin)

2023-07-25 16:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- B36 eru nokk teir 3 x flottastu bókstavir í heiminum. RSP eru nokk teir 3 x hottastu bókstavir í Føroyum. Sigur tú so B36 x RSP, so verður tað ikki meira feitt.

Soleiðis lýsir B36 spennandi samansetingina, sum verður í Gundadali hóskvøldið.  Atgongumerkjasølan til evropeiska heimadystin í Gundadali hóskvøldið er í gongd, og nógv verður gjørt burturúr í B36-húsinum.

Bólkurin RSP kemur á pall klokkan 17.30 - 90 minuttir undan teir fyrru 90 minuttirnir hjá B36 og Haverfordwest í 2. umfari í Conference League fara í gongd.

Suppa og annað verður at fáa í B36-húsinum - felagið boðar frá, at neyðugt er at hava atgongumerki til dystin fyri at koma til konsertina.

B36 skal royna at spæla seg víðari fyri aðru ferð í ár og samanlagt fyri 11. ferð í evropeiskari kapping. Fyrsta fetið skal takast hóskvøldið á heimavølli, har "ólavsøkan byrjar".

Til ber at keypa atgongumerki til B36 - Haverfordwest her

Sí eisini: Televarpið vísir dystin hjá B36 hóskvøldið

[object Object]
Mynd: B36

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder