Eitt rumenskt lið uttan Christinu Neagu er ikki heilt tað sama. Fýrafaldi heimsins leikari er ikki komin fyri seg eftir eftir álvarsaman knæskaða. Tað er tó eingin ivi um, at nógv góðska er á rumenska liðnum. Hetta sást eisini í 2. hálvleiki í Høllini i á Hálsi í kvøld, sum Rumenia vann 14-8. Fyrri hálvleikur endaði tó við, at føroyska liðið var omaná.
Myndir: Føroyar - Rumenia
Fyrstu minuttirnar var rumenska liðið skarpari, men so gingu stórir fimm minuttir uttan mál til Rumenia, har føroyska verjan spældi sera væl, og Annika Fríðheim Petersen hevði nakrar sera góðar bjarginar. Annika var ógvuliga vælleikandi í 1. hálvleiki, har hon tók 44 % av rumensku skotunum. Verjan helt fram at trýsta rumenska liðið til mistøk, og Pernille Brandenburg og Duritu Jojic stýrdi væl og settu seg í virðing í miðverjuni.
Súna K. Hansen skoraði trý mál í 1. hálvleiki
Júst Durita spældi lítið á høgra bakki í álopinum. Lámi bakkurin úr Vestmanna hevur trupulleikar við vinstru øksl, men spældi leingi á høgra vongi har hon ikki skuldi nýta eins stóra skotstyrki, og har hon fekk nøkur mál. Aðrir føroyskir leikararnir tóku ábyrgd og avsluttaðu væl. Fyrstu løtuna var tað serliga Súna Krossteig Hansen, ið bjóðað ivæl av og skoraði nøkur mál. Marianna Eystberg meldaði seg eisini skjótt inn í dystin, og Maria Weyhe var trygg við brotskøstum og knøppum undirhondsskotum.
Marianna Geirsdóttir Eystberg í gjøgnumbroti
Føroyar megnaðu væl at fylgja við og løgdu seg á fyrsta sinni á odda stutt eftir farið varð um miðjan 1. hálvleik. Munurin kom uppá tvey mál, og tað tyktiskt næstan óveruligt, at unga føroyska liðið hevði so gottt tamarhald á nummar fimm á heimsstyrkislistanum. Rumenska verjan fekk betri tamarhald á føroyska álopinum seinastu minuttirnar, tí liðið fór longri fram at verja. Tó førdu Føroyar í steðginum, og hetta má metast at vera framúr flott at uppnáa.
Í 2. hálvleik hendi tó tað, ið ótti kundi verða fyri: Rumenia setti meira ferð á og vísti sína dygd, meðan føroysku kvinnurnar høvdu heldur ilt við at fylgja upp uppá framúr flotta 1. hálvleikin. Álopsspælið eydnaðist ikki eins væl, tí rumensku kvinnurnar hildu fram við ágangadi verjuspælinum, og rumenski málvejrin kom av álvara í gongd. Verja og málverji føroyingana megnaðu ikki eins væl at standa ímóti, hóast Annika hevði nakrar stórbjargingar afturat og føroyska verjan í løtum lukkaði heilt niður og samanlagt spældi ein góðan verjudyst.
Maria Halsdóttir Weyhe móti dugnaliga rumenska málverjanum
Tað gjørdist tó ov tungt at skapa heilt stóru sensatiónina. Rumenia hevði gjøgnumgangandi eina leiðslu á 3-5 mál seinastu 25 minuttirnar, men liðið hjá Águst Jóhansson gav ongantíð upp, og vísti ógvuliga nógvar góðar taktir í dag móti sera sterkari mótsstøðu. Byrjanin uppá hesa undankappingina má metast at vera væl og virðiliga góðkend - serliga orsakað av fyrru hálvleikunum.
EM-undankappingardystur - bólkur 7, 2. umfar
Føroyar - Rumenia 20-25 (12-11)
Føroyska liðið frá byrjan:
Annika Fríðheim Petersen - Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen - Durita C. Jojic, Súna Krossteig Hansen, Pernille Brandenburg, Marianna Geirsdóttir Eystberg, Turið Arge Samuelsen
Maria Halsdóttir Weyhe, Kristianna Henneberg Joensen og Marita Mortensen spældu eisini nógv.
Dystargongdin:
5. min: 1-3
10. min: 3-3
15. min: 6-6
20. min: 9-7
25.min: 10-10
35. min: 12-15
40. min: 14-17
45. min: 15-20
50. min: 17-20
55.min: 19-22
Málskjúttar:
Súna K. Hansen 6
Maria Halsdóttir Weyhe 5 (2)
Marianna Geirsdóttir Eystberg 4
Durita C. Jojic 2
Pernille Brandenburg 1
Kristianna Henneberg Joensen 1
Turið Arge Samuelsen 1
Bjargingar:
Annika Fríðheim Petersen 15 (1)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald