placeholder
Fótbóltur

Runavíkskvinnur syrgja fyri spenningi í kvinnudeildini

Hóast runavíkskvinnur eru langt frá oddinum, syrgdu tær fyri meira spenningi í bestu kvinnudeildini, tá tær vóru fyrsta liði at taka stig frá KÍ.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-04-24 21:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Runavíkskvinnur, sum annars hava havt eina vánaliga byrjan upp á kappingarárið, leiktu málleysan javnleik móti FM-favorittunum.

Tríggir dystir vóru seinnapartin og í kvøld leiktir í bestu fótóltsdeildini hjá kvinnum.

Undan umfarinum var stóri spenningurin í Runavík, har oddaliðið KÍ sum til í dag hevði fulla úrtøku. Men hesum fekk NSÍ, sum annars ikki hevur fingið eina góðan byrjan, steðgað. Úrslitið gjørdist ein málleysur javnleikur.

B36 vann uttan trupulleikar á Eiðinum í Vági. Felagsliðið í Suðuroynni, TB/FCS/Royn, sum á fyrsta sinni roynir seg í bestu deildini, roynir at fóta sær, og hevur enn ikki fingið nakað stig.

Í Hólmanum á Eiði brustu EBS/Skála og Víkingur saman. Seinasta umfar mátti EBS/Skála leggja rygg til eitt tap ímóti KÍ, men í dag reisti felagsliðið seg og vann 2-1 ímóti Víkingi eftir at støðan var 1-1 í hálvleikinum.

Ein dystur var leiktur í deildini í gjár tá HB var á vitjan hjá 07 Vestur á Dungasandi. HB vann 2-0.

07 Vestur - HB 0-2 (0-2)
5' Elin Maria Isaksen 0-1
9' Elin Maria Isaksen 0-2 

TB/FCS/Royn - B36 0-10 (0-5)
18’ Livyan Kétille Borges Silva 0-1
30’ Emma Hansdóttir 0-2
33’ Emma Hansdóttir 0-3
34’ Emma Hansdóttir 0-4
39’ Biita Rasmussen 0-5
54’ Livyan Kétille Borges Silva 0-6
58’ Katrina Sjóvará 0-7
59’ Ronja Leonsson 0-8
63’ Olga Kristina Hansen 0-9
67’ Livyan Kétille Borges Silva 0-10

EBS/Skála - Víkingur 2-1 (1-1)
13’ Rakul Vesturdal Magnussen 1-0
35’ Marita á Fríðriksmørk 1-1
66’ Kára Djurhuus 2-1

NSÍ - KÍ 0-0

Støðan Betri deildin kvinnur

1. KÍ (13 stig)
2. EBS/Skála (12 stig)
3. HB (9 stig)
4. B36 (9 stig)
5. 07 Vestur (9 stig)
6. NSÍ (4 stig)
7. Víkingur (3 stig)
8. TB/FCS/Royn (0 stig)

Næsta umfar (6. umfar)

KÍ - 07 Vestur (Leygardagin 30. apríl)
Víkingur - NSÍ (Sunnudagin 1. mai)
TB/FCS/Royn - EBS/Skála (Sunnudagin 1. mai)
HB - B36 (Sunnudagin 1. mai)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder