Hondbóltur

Rúni Rasmussen nýggjur formaður í StÍF

Aðalfundur var herfyri hildin í StÍF. Nýggja nevndin hevur skipað seg við nýggjum formanni eftir 10 ár við sama oddamanni.

Rúni Rasmussen og Alexandur Johansen (Mynd: StÍF)

Rúni Rasmussen og Alexandur Johansen (Mynd: StÍF)

2020-09-04 17:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nýggi formaðurin í StÍF er Rúni Rassmusen. Hann tekur yvir eftir Alexandur Johansen, sum hevur verið formaður í felagnum í 10 ár, og hann er eisini farin úr nevndini.

Tað skrivar felagið á heimasíðuni.

Tríggir nýggir nevndarlimir vórðu valdir á aðalfundinum hjá StÍF herfyri. Nýggj í nevndini eru Teitur V. Nilssen, Jóannes E. Markná og Rúni Rasmussen. Úr nevndini fóru Jóannes A. Prestá, Poul Kári Simonsen og Alexandur Johansen.

Hini í nevndini eru: Jón L. Rasmussen, Janneth Heinesen, Paula Berg Høgnesen og Elin Maria Bærentsen.

Næstformaður er Jóannes E. Markná, peningarøkil er Paula Berg Høgnesen og Elin Maria Bærentsen er skrivari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder