Annað

Runnu runt Agnið í vetrarkappingini

Annika Thomsen vann hjá kvinnunum og Oliver Granhøj hjá monnunum.

2023-11-06 18:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyrsta umfar av Raska vetrarkappingini í renning varð runnið á Toftum leygardagin 4. november.

Líkindini vóru yvirhøvur góð. Runnið varð Runt Agnið, men eftirsum runnið varð øvugtan veg – byrjað var niðanfyri býráðshúsið á Toftum og endað varð við Tofta skúla, var rutan heilt nýggj fyri tey, sum ikki renna agnið so ofta undir venjing.

Hóast nógv kend nøvn vóru millum luttakarar og vinnarar, vóru nýggir vinnarar í opnu bólkunum hjá bæði kvinnum og monnum. Annika Thomsen úr Bragdinum vann opna bólkin hjá kvinnum við tíðini 47,06 minuttir, frammanfyri Lydiu í Lambanum, Roysnið, við 47,33 min og Katrin Thorsvig Hansen, Bragdið, við 51,32 min.

Hjá monnum vann Oliver Granhøj við 37,05 min, frammanfyri Rógva Kárasyni, 37,46 min, og Boga Hjalt, 37,54 min. Teir umboða allir Bragdið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder