Russland og Katar mutraðu seg til at fáa heimsmeistaraskapin í fótbólti í 2018 og 2022. Tað framgongur í eini frágreiðing frá amerikanska løgmálaráðnum, skrivar AP-tíðindastovan.
Sambært ákærunum verður sagt, at londini hava goldið mutur til limir í aðalstjórnini hjá altjóða fótbóltssamgonguni Fifa. Eitt nú skal Russland hava goldið fyrrverandi næstformanninum í Fifa, Jack Warner, yvir 30 milliónir krónur fyri hansara atkvøðu.
Umboðið hjá Guatemala, Rafael Salguero, fekk eisini bjóðað næstan 7 milliónir krónur fyri at atkvøða fyri at Russland skuldi fáa HM í 2018, skrivar svt.se.
- Ákærdu londini og teirra hjálparar hava í fleiri ár órógvað altjóða fótbólt við teirra mutri og snýti. Hetta hevur skatt fótbóltin, segði William F. Sweeney Jr, ovasti hjá FBI í New York.
Eisini fyrrverandi stjórar hjá sjónvarpsstøðini 21st Century Fox eru undir ákæru fyri ólógliga at hava rindað pengar fyri rættindini at senda frá HM í bæði 2018 og 2022.
Fifa-gølan byrjaði í mai 2015, tá løgreglan í Zürich í Sveits handtók sjey ovastar í Fifa. Hendingin førdi til, at fyrrverandi Fifa-aðalskrivarin, Sepp Blatter, og seinni eisini aðalskrivarin í evropeisku fótbóltssamgonguni, Uefa, vórðu burturvístir frá øllum fótbóltsvirksemi í átta ár, skrivar svt.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald