Í februar varð Russland útihýst úr altjóða fótbóltskappingum í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina, og UEFA og russiska fótbóltssambandið RFU váttaðu týsdagin, at tað nú er endaliga greitt, at Russland ikki sleppur at luttaka í EM í fótbólti í 2024.
Tað skriva fleiri altjóða miðlar.
Komandi EM-kappingin verður í Týsklandi, og 9. oktober verður lutakastið til undankappingina, sum byrjar í mars næsta ár.
Russiska fótbóltssambandið kærdi avgerðina hjá UEFA og FIFA, men kæran varð avvíst av altjóða ítróttadómstólinum CAS.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald