Annað

Rynkurnar sett hol á drúgva túrin til París

Team Rynkeby Føroyar byrjaði í Klaksvík gjáramorgunin, og um eina viku verður endað franska høvuðsstaðnum.

(Mynd: Team Rynkeby Føroyar)

(Mynd: Team Rynkeby Føroyar)

2023-07-07 08:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Team Rynkeby fór í gjár undir stóra túrin, sum endar í París 15. juli.

Áðrenn farið varð umborð á Norrønu í gjárkvøldið, var byrjað við morgunmati hjá Leif Mohr í Havn og á Hotel Runavík í Runavík.

Allar súkklurnar vórðu fraktaðar norður til Klaksvíkar har súkklutúrurin byrjaði.

Børn í Drotning Margrethu barnagarðinum í Klaksvík og átta vinkonur handaðu Trygva Kallsoy, liðskipara, kekk fyri sínar innsavnanir. Børn í Blákolluni skipaðu fyri myndasølu í Smæruni. Børn í barnagarðinum á Svangaskarði handaðu eisini kekk fyri innsavnanina, sum tey hava skipað fyri.

- Vit eru fantastiska takksom fyri, at børn læra hjálpa og geva øðrum børnum, sum ikki hava tað so gott. Eisini ein serlig tøkk til politiið fyri at fylgja okkum á motorsúkklu allan dagin og gera okkara túr tryggari, skrivar Team Rynkeby Føroyar á Facebook.

Endað var á Vaglinum við móttøku og teimum seinastu orðunum áðrenn farið varð umborð á Norrønu. Leygardagin koma rynkurnar til Hirtshals, og har frá verður súkklað gjøgnum Evropa og suður til franska høvuðsstaðin, París.

- Tað gleðir og rørir okkum djúpt, at øll leggja so nógva orku í senda okkum so væl avstað, og at so nógv fólk møta upp at heilsa uppá okkum, tí tað hava veruliga verið nógv fólk alla staðni. Túsund takk fyri, øll somul.

- Nú gleða vit okkum til spennandi túrin gjøgnum Europa og fara at njóta hvørja løtu hesar dagarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder