Fótbóltur

Salmundur Bech gjørt sáttmála við FC Suðuroy

Fyri fyrstu ferð síðani 2015 skal Salmundur Bech hava heimavøll á Eiðinum. Harvið skal 24-ára gamli miðvallarin, sum umboðaði besta liðið hjá NSÍ 21 ferðir farna kappingar, spæla í 1. deild í 2021.

Salmunudr hevur gjørt ein eitt-ára sáttmála við barndómsfelagið (Mynd: FC Suðuroy)

Salmunudr hevur gjørt ein eitt-ára sáttmála við barndómsfelagið (Mynd: FC Suðuroy)

2020-12-23 20:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir kappingarárið í 2015 skifti hann frá niðurflutta FC Suðuroy til TB. Í 2016 spældi hann í sebralittu blusuni og tvey tey næstu árini við felagsliðnum TB/FCS/Royn. Har gjørdi Salmundur Bech vart við seg á miðvøllinum, og áhugi var frá fleiri feløgunum norðanfjørs.

Tað gjørdist tó til einkis, tí Salmundur fekk ein álvarsaman knæskaða. Farna vetur skrivaði hann so undir við NSÍ og spældi 21 dystir undir Glenn Ståhl, eftir at hann var komin fyri seg, og orkuríki og sterki miðvallarin stóð seg væl.

Nú er greitt, at porkeningurin verður aftur “á Eiðinum”. Salmundur Bech og FC Suðuroy hava gjørt avtalu fyri kappingarárið 2021 - tað boðar felagið frá í kvøld. Harvið skal l 24-ára gamli spælarin við júst 100 dystum í Betrideildini spæla í 1. deild komandi ár - einari deild ið hann hevur spælt 50 dystir og skorað 12 mál í.

Hetta er ein sonn jólagáva fyri FC Suðuroy-fjepparar. Felagið, har Salmundur er uppvaksin (eisini spælt við VB og VB/Sumba), er júst flutt upp úr 2. deild.

Fyri stuttum er málverjin Rani Nolsøe Johannesen eisini komin aftur til felagið. Hann hevur verið í Danmark í nøkur ár

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder