Fótbóltur

Salmundur og John Villi hava skrivað undir við TB

Tveir miðvallarar í góðum aldri venda aftur til Suðuroynna at spæla. Teir hava samanlagt spælt næstan 200 dystir í Betrideildini - teir flestu fyri TB ella TB/FCS/Royn.

John Villi Leo trýstir Alta Gregersen í dysti í 2020 (Mynd: Sverri Egholm)

John Villi Leo trýstir Alta Gregersen í dysti í 2020 (Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-28 18:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Flestu fólk sum í hesum døgum tippa - ella gita/meta um - Betrideildina 2023 hava TB sum ein greiðan niðurflytara. Aldursforsetin í føroyskum fótbólti endaði á 3. plássi í 1. deild. Hettta tryggjaði uppflyting, men avrikið var samanlagt ikki so sannførandi, at væntað verður nógv av TB í ár.

Tað hoyrir eisini við til søguna, at suvereni toppskjúttin í fjør, danski Mikkel Blåholm, ikki heldur fram, og at samstarvið við venjaran brádliga støðgaði fyrr í mánaðinum. Sum skilst var ikki semja millum danan Dan Jensen og nevndina í felagnum, á hvønn hátt íløgur skuldu gerast í hópin.

Sambært bolt.fo verður Zoran Pavlovic nýggjur høvuðsvenjari hjá TB. Seinastu dagarnar er tað vorðið greitt, at serbin fær tveir spælarar at ráða yvir, ið veruliga kunnu styrkja hópin.

Tann eini spældi undir Zorani í 2019. 25-ára gamli John Villi Leo er uppvaksin í Vági og í FC Suðuroy/VB, men er hálvur tvøramaður og spældi við TB/FCS/Royn í 2017 og 2018 og síðani við TB í 2019 og í fyrru hálvu í bæði 2020 og 2021. Síðani hevur John Villi verið í Aalborg í arbeiðsørindum, men TB kunngjørdi í gjár, at hann er aftur. 

Miðvallarin hevur spælt 94 dystir í Betrideildini, umframt ellivu í kappingini um Løgmanssteypið sambært Faroesoccer.

[object Object]
John Villi Leo í dysti móti Víkingi í 2020 (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]
Salmundur Bech í dysti fyri TB/FCS/Royn í 2018 (Mynd: Sverri Egholm)

Sáttmáli er eisini komin uppá pláss við Salmund Bech. Hann er úr Porkeri, og hevur eins og John Villi havt sín fótbóltsuppvøkstur í Vági. Í 2016 kom orkuríki miðvallarin til TB, og spældi síðani tvey ár við felagsliðnum, har hann serliga í 2018 vísti seg væl fram. Stórur áhugi var fyri honum frá feløgm norðanfyri, men ein álvarsamur knæskaði oyðilegi kappingarárið 2019 hjá honum.

Í 2020 spældi Salmundur 24 dystir undir Glenn Ståhl í NSÍ, áðrenn leiðin gekk aftur til FC Suðuroy í 2021. Eftir at hava spælt á lægri støði í 2021 gjørdi Salmundur Bech sáttmála við EB/Streym síðsta vetur, men hann var ógvuliga óheppin og fekk álvarsaman skaða í høvdið í venjingardysti, sum gjørdi, at hann ongantíð kom í dyst í fjør.

Nú er hann tøkur aftur og skal royna at hjálpa TB. 27-ára gamli maðurin í Porkeri er á FaroeSoccer skrásettur fyri júst 100 dystir í Betrideildini og tíggju í kappingini um Løgmanssteypið.

Poul Ingason er eisini aftur, málmansspurningurin er eisini loystur, og sum skilst er ætlanin at fáa minst ein spælara, helst fleiri, í hópin afturat.

Kappingarárið hjá TB byrjar í Klaksvík móti tvífaldu føroyameistarunum sunnudagin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder