Fótbóltur

Sama støða í evropeiska stríðnum

Víkingur hevur nú vunnið ellivu dystir á rað, og B36 er ein sigur frá at staðfesta topp-trý. HB skoraði fýra ferðir við Stóra og jagstrar hini bæði.

HB'arnir kundu fegnast fýra ferðir í Trongisvági, men B36 og Víkingur vunnu eisini (Mynd: Sverri Egholm)

HB'arnir kundu fegnast fýra ferðir í Trongisvági, men B36 og Víkingur vunnu eisini (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-08 19:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fult umfar var í Betrideildini seinnapartin, tá allir dystirnir í triðseinasta umfari vórðu spældir. Tríggir dystir vóru, sum høvdu týdning fyri evropeiska stríðið, og øll trý liðini, sum kappast, vunnu.

Víkingur vann fyri 11. ferð á rað, tá Jóhan Petur Poulsen og hansara lið vitjaðu á Svangaskarði. Martin Klein Joensen var við í øllum trimum málinum hjá liðnum úr Eysturkommunu, og bæði hann og Sølvi Vatnhamar hava nú 16 mál í Betrideildini. B68 hevur eina seinnu hálvfinaluna í steypakappingina at hugsa um - er á skránni mikudagin. Hóast tapið so er liðið hjá Jákupi á Borg nú tryggjað pláss í 2023. Hetta tí at hvørki ÍF ella TB vunnu.

TB spældi uttan millum annað Rógva Joensen, Salmund Bech og Nikolai Johannesen, og tað merktist. HB og TB spældu málleysan javnleik við Stóra tíðliga í ár, men hesaferð var eingin slingur í valsinum hjá favoritttunum úr høvuðsstaðnum. HB setti seg á dystin beinanvegin, og í fyrra hálvleiki skoraði Tróndur Jensen tvær ferðir. Hetta vóru fyrstu málini hjá Tróndi í Betrideildini í 25 mánaðir - tá skoraði miðvallarin eisini móti TB. Í 2. hálvleiki skoraði Mikkel Dahl síni mál nummar trý og fýra hesa vikuna. Danin hevur 15 mál í Betrideildini, og HB vann 4-1.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Myndir: TB - HB

Hetta var fyrsti sigur í seinastu fimm dystum hjá HB í Betrideildini, og liðið hjá Jákup Martini Joensen hevur tørv á, at Víkingur ella B36 snávar í síðstu umførunum. Eftir sigurin hjá B36 á 07 Vestur í dag er greitt, at liðið hjá Dan Brimsvík núr bert tørvar ein sigur fyri at tryggja topp-trý og harvið evropeiskt pláss. Tað byrjaði væl, men stutt fyri steðgin javnaði ungi og evnaríki Jón í Horni Nielsen fyri gestirnar í Gundadali. Heimaliðið setti tó tingini uppá pláss í seinna helmingi av seinna hálvleiki. Fyrst skoraði Valerijs Sabala til 2-1, og Jann Benjaminsen økti við frálíkum beinleiðis frísparki.

Les meira um dystirnar í Fuglafirði og á Argjum her: AB og ÍF nærri niðurflytingarstrikuni

Landsliðssteðgur er, og tvey tey seinastu umførini avgera, hvørji lið fáa tryggjað sær Conference League-plássini. Um tað ikki eydnast hjá HB at koma í topp-trý, so hevur liðið ein eyka møguleika í steypafinaluni. 

Betrideildin hjá monnum, 25. umfar
Sunnudagin 08.10

B68 - Víkingur 0-3 (0-1)
35' Sølvi Vatnhamar (Martin Klein Joensen) 0-1
52' Martin Klein Joensen (Ingi Jonhardsson) 0-2
89' Jákup Johansen (Martin Klein Joensen) 0-3

B36 - 07 Vestur 3-1 (1-1)
12' Michal Przybylski 1-0
45' Jón í Horni Nielsen (Mathias Voss) 1-1
67' Valerijs Sabala 2-1
84' Jann Julin Benjaminsen 3-1

TB - HB 4-1 (2-0)
9' Tróndur Jensen (Viljormur Davidsen) 0-1
22' Tróndur Jensen 0-2
50' Mikkel Dahl (Mathias Præst Nielsen) 0-3
58' Mikkel Dahl (Adrian Justinussen) 0-4
89' John Villi Wøldike Leo 1-4

--------------------------------------------------

AB - KÍ 1-1 (0-0)
46' Filip í Liða (Ragnar Skála) 1-0
54' Hallur Hansson 1-1

ÍF - EB/Streymur 0-0

Sí eisni: AB og ÍF nærri niðurflytingarstrikuni

Støðan eftir 25. umfør:

1. KÍ 66 stig 
2. B36 56 stig 
3. Víkingur 54 stig 
4. HB 52 stig 
5. 07 Vestur 37 stig 
6. EB/Streymur 25 stig 
7. B68 21 stig 
8. TB 16 stig 
9. ÍF 16 stig 
10. AB 14 stig 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder