
Tríggir dystir í 24. umfari í Betrideildini hjá monnum byrjaðu klokkan 15.
Sum væntað var størsti spenningurin í Gundadali, har nummar fýra og fimm hittust. Tvey stig skiltu liðini undan dystinum, og soleiðis er framvegis.
B36 var betri fyri steðgin og legði seg á odda eftir gott gjøgnumbrot í høgru, tvørsending hjá Hannesi Agnarsson og skot hjá Símuni Sólheim hinumegin í brotsteignum.
Mál og óneyðugt reytt kort: Dysturin vendi fyrstu løtuna eftir steðgin
Víkingur spældi í dag 5-4-1/3-4-3. Útiliðið kom væl betri út eftir steðgin, og eftir 52 minuttir javnaði eyðsýndi Jákun Johansen eftir hornasparksstøðu.
Tríggjar minuttir seinni fekk Ragnar Samuelsen eitt tápuligt seinna gula kort fyri atgerð, har bólturin ikki var hjá. So var alt vent á høvdið í Gundadali.
Víkingur fekk ikki gagnnýtt yvirtalsstøðuna til fulnar, tó at 1-2 var ógvuliga nær seint í dystinum: Aftur Jákup eftir hornasspark men á mállinjuni hjá B36 rakti bóltrin ein Víking. Silas Eyðsteinsson átti eisini onkrar góðar bjargingar í dag.
Teir hjá B36 skaptu tó eisini sítt og stríddust væl í undirtali. Heimaliðið hevði meira tørv á sigrinum, í mun til stigatalvuna, og seinastu løtuna hevði Pætur Petersen góðan fluktara, og stutt seinni noyddist Atli Gregersen at kasta seg fyri skot hjá Jógvani Gullfoss í málteignum.
1-1 og Víkingur framvegis í betri støðu at tryggja 4. plássið undan trimum teimum seinastu umførunum
Pluss fýra til nummar tvey og nummar trý
HB og NSÍ vístu seg at vera væl sterkari enn ávikavist EB/Streymur og 07 Vestur. Emil Grønn Pedersen er í stórformi, og gjørdi norski áleyparin hattrikk fyri HB á Eiði.
Í Sørvági skoraði NSÍ fimm ferðir móti 07 Vestur, ið framvegis av álvara er í niðurflytingarvanda. Harvið er júst sama støða í stríðnum millum HB og NSÍ um 2. plássinum, ið møgliga hevur milliónavirði: Tvey stig á muni og NSÍ við nógv betri málúrttøku.
24. umfar í Betrideildini hjá monnum
Í dag, sunnudagin 28. september
B36 - Víkingur 1-1 (1-0)
25' Símun Sólheim (Hannes Agnarsson) 1-0
52' Jákup Johansen (Ingi Jonhardsson) 1-1
Reytt kort: 55' Ragnar Samuelsen (Seinna gula)
Sí meira um dystin her
EB/Streymur - HB 0-4 (0-3)
26' Emil Grønn Pedersen (Noah Mneney) 0-1
43' Emil Grønn Pedersen (Heðin Hansen) 0-2
45' Emil Grønn Pedersen (Bartal Wardum) 0-3
57' Ási Dam (Lassana Faye) 0-4
07 Vestur - NSÍ 1-5 (1-3)
13' Michal Przybylski (Klæmint Olsen) 0-1
23' Klæmint Olsen (Brandur Olsen) 0-2
25' Daniel Obbekjær (Brandur Olsen) 0-3
42' Mikkel Hyllegaard (Jónas Prior) 1-3
46' Michal Przybylski (Petur Knudsen) 1-4
66' Klæmint Olsen (Jann Julin Benjaminsen) 1-5
17.15: B68 - KÍ (2-0)
17.30: TB - FC Suðuroy (FM1)
Sí støðuna her:
Dagført: 18.06
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald