Fótbóltur

Sámal gjørt sáttmála við 07 Vestur

Í vikuni skrivaði Sámal á Steig undir sáttmála við 07 Vestur, og 16-ára gamli málverjin hevur sostatt bundið seg til barndómsfelagið komandi árini..

2023-04-16 12:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sámal spælir vanliga á U17-liðnum hjá 07 Vestur, umframt í 2. deild, og verður helst eisini at síggja á U21-liðnum hjá 07 Vestur, sum hevur byrjað kappingina væl við fullum stigatali eftir tríggjar dystir. Harafturat spældi hann eisini á U17-landsliðinum í fjør, har hann stóð, sum fyrsti málmaður stórt sæð allar dystirnar.

Ungi sandavágsmaðurin, sum bleiv 16 í desember, og tá fekk loyvi at spæla vaksnamannafótbólt, hevur longu verið við á 2. liði nakrar dystir, og verður væntandi á bonkinum í Betri deildini í útidystinum móti TB í dag.

Seinastu árini hevur 07 Vestur satsað nógv uppá málmansvenjing við Ivan Stojkovic sum venjara, og nakrir ungir málmenn eru komnir burtur úr hesum málrættaða arbeiði: 25-ára gamli Silas Eyðsteinsson, sum nú spælir við B36, 20-ára gamli Ari í Haraldstovu Petersen, sum er málmaður á Betri-liðinum hjá 07 Vestur, og so seinasta skotið á stammuni, Sámal á Steig.

07 Vestur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder